Javnaðarflokkurin hevur meiri enn nakar annar flokkur verið tann, sum hevur víst á gongdar leiðir, eisini í ríkisfelagsskapinum.
Tað er ein sannroynd, at vit undir heimastýrisskipanini hava megna at uppbygt vælferðarsamfelagið Føroyar. Javnaðarflokkurin var arkitekturin aftanfyri skipanina.
Meðan onnur bert síggja forðingar, hava vit í Javnaðarflokkinum bert avbjóðingar.
Meðan onnur siga, at einki skal broytast, so trýsta vit á fyri at flyta mørk, har tað er neyðugt fyri okkara virkisføri.
Javnaðarflokkurin hevur altíð slóða fyri yvirtøkum og fyri størri sjálvræði, men samstundis hava vit varðveitt gott samstarv við Danmark.
Javnaðarflokkurin spælir ikki hasard við vælferð og trivnaði okkara, men vit eru einasti flokkur, sum áhaldandi flytir mørkini í ríkisfelagsskapinum.
Latið okkum á valinum standa saman um, at varðveita og økja um okkara vælferð og virkismøguleikar, eisini á fólkatingi.










