Í løtuni eta vit hálvaaðru ferð so nógv, sum Jørðin megnar at framleiða. Fyri at venda hesi vandamiklu gongd mugu vit hava matvørur, sum tørva minni tilfeingi at framleiða.
Tað var útgangsstøðið hjá heimsins størsta umhvørvisverndarfelagsskapi, World Wildlife Fund, tá tey settu sær fyri at seta eina stóra peningaupphædd í eina fyritøku, ið kundi menna tara.
- Tari er ein sera føðslugóð matvøra, sum ikki krevur nógv at framleiða. Hann skal hvørki hava fóður, feskt vatn ella tøð. Um vit eta meira tara, verður minni tørvur á framleiðslu av matvørum á landi, sigur Paul Dobbins, ið er stjóri fyri deildina hjá World Wildlife Fund í USA, ið ger íløgur í burðardygga havbúnaðarframleiðslu. Paul Dobbins hevur eisini sjálvur royndir við taraaling í amerikanska statinum Maine.
Vildu finna ta bestu
Taravinnan er sera stór í Asia, men lítil í Europa og USA. Tað hevði World Wildlife Fund sett sær fyri at gera nakað við.
- Hetta var fyrsta íløgan, ið okkara deild skuldi gera í eina vinnuliga fyritøku, og vit leitaðu leingi eftir tí røttu fyritøkuni. Vit brúktu nógva tíð til at kanna allar taraalifyritøkur í Norðuratlantshavi, og tað vísti seg, at Ocean Rainforest var nógv tann besta. Hon hevði tað bestu leiðsluna og bestu møguleikarnar at fáa góð úrslit, sigur Paul Dobbins.
World Wildlife Fund setti 5,6 milliónir krónur í Ocean Rainforest.
- Pengarnir hava týdning fyri Ocean Rainforest, men tað hevur uppaftur størri týdning, at fyritøkan nú kann siga, at hon er stuðlað av World Wildlife Fund. Vit eru tann størsti umhvørvisverndarfelagsskapurin í heiminum og hava 100 deildir kring knøttin og 5 milliónir limir, sigur Paul Dobbins.
##med2##
Gagnliga ávirkan á umhvørvið
Paul Dobbins er ráðgevi í SeaMark verkætlanini, ið Ocean Rainforest hevur fingið fígging frá ES til at samskipa. Við í verkætlanini eru 25 granskingarstovnar og fyritøkur í Europa og USA, sum skulu greina møguleikarnar fyri at nýta tara til framleiðslu av mati, fóðri, heilivági, kosmetikki og pakkitilfari.
- Eg eri serkønur í taraaling hjá World Wildlife Fund og havi eisini sjálvur royndir sum taralari. Okkara felagsskapur hevur stórt innlit í taravinnu frá samfelagsligum, vinnuligum og umhvørvisligum sjónarhornum. Hetta er vitan, sum kann verða til stórt gagn fyri verkætlanina, sigur hann.
Paul Dobbins luttók í fyrstu ráðstevnuni hjá SeaMark, sum varð hildin í Føroyum frá 30. august til 1. september. Hann væntar sær nógv av verkætlanini.
- Tari hevur ógvuliga stóran týdning fyri umhvørvið, tí hann hóskar sera væl til matframleiðslu. Hann kann brúkast í staðin fyri matvørur á landi, ið eru sera tyngjandi fyri umhvørvið. Harafturat hevur hann eisini gagnliga ávirkan á umhvørvið við at upptaka CO2 og lata út súrevni eins og plantur.
- Í Asia vita tey nógv um tara, men vit hava tørv á vitan um, hvussu tari kann alast og brúkast á okkara leiðum, og hvat árin framleiðslan kann fáa á okkara samfelag og okkara umhvørvi. Tað er í stóran mun hetta, ið SeaMark verkætlanin snýr seg um, og eg eri sannførdur um, at hon fer at lyfta taravinnuna í Europa langt fram á leið, sigur Paul Dobbins.
##med3##
Les eisini grein um SeaMark verkætlanina á blaðnum Vísindavøku, sum fæst saman við Sosialinum hetta vikuskiftið – og sum haldara kunnu lesa á www.sos.fo













