- Vit vóru ótrúliga uppsettir

Eftir dystin fingu vit orðið á Karl Johan Djurhuus hjá KÍF, sum var við aftur á liðnum eftir skaða. Hann var ótrúliga glaður fyri sigurin á hoyvíkingum.
-Hetta kom væl við. Vit eru ótrúliga uppsettir í dag, og tí vinna vit dystin. Í fyrra hálvleiki sæst týðiligt, at vit eru betri enn teir, men í seinna hálvleiki slappa vit helst ov nógv av. Teir sleppa niður á fýra mál, men so koyra vit á aftur, og eftir hetta haldi eg, at vit hava tamarhald á dystinum. Nú eru vit komnir í gongd, og so vóni eg, at vit klára at halda hesum næsta dyst.