– Vit vóru nógv betri

Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi, heldur hansara menn høvdu uppiborið betri sunnudagin.

– Vit eru nógv betri, men tapa kortini dystin og tað kennist órættvíst, sigur hann. Egil dugir ikki at greiða frá, hví tað gekk sum tað gekk, men vísir til bæði málini HB fekk og sigur, at teir vóru ikki nóg konsentreraðir í hesum støðum. – Men tað er fyri so vítt tað einasta teir hava í øllum dystinum, staðfestir hann áðrenn hann fer til mongu kjansirnar hjá sínum liði: – Tað er heilt ótrúligt at ikki okkurt fer inn av hasum. Spurdur um hann metir, at EB/Streymur hevði uppiborið eitt stig í dystinum svarar Egil á Bø avgjørdur: – Nei. Eg meti vit áttu at fingið trý stig.