Vit vóru ikki nóg uppsettar

Helen á Lakjuni

 

- Vit vóru virkuliga uppsettar undan steypafinaluni, og tá spældu vit skilagott og væl. Tá kiksaði totalt hjá SÍ, og vit vistu at tær ikki fóru at geva okkum ein so lættan dyst hesaferð, sigur Helen á Lakjuni, álitið á ÍF liðnum.

Hvat kiksaði hjá tykkum?

- Vit gjørdu alt ov nógvar býttar feilir, og tá sjálvt tað mest grundleggjandi gongur galið, tá gerst trupult at vinna ein flogbóltsdyst. Umframt feilirnar, haldi eg ikki at vit vóru nóg uppsettar til dystin, sum eitt lið.


Var tað tann rætti vinnarin

- Eg ynski SÍ tillukku við sigrinum, men eg haldi enn at vit eru besta kvinnuliga flogbóltsliðið í landinum. Um allar halda áfram at spæla, so skulu vit nokk síggja, hvat sterkasta liðið í landinum verður í næstakappingarári. Hon sigur, at hon vónar at aldursforkvinnan á liðnum, Katrin Olsen fer at halda áfram at spæla, hóast hon hevur luftað tankum um at skerja tíðina, ið nýtt verður til flogbólt, eitt sindur.