- Vit vóru ikki nóg góðir í dag

Leivur Justinusen var sera fegin um, at StÍF var komið í finaluna í Coca Cola-kappingini hjá monnum. Hann var tó ikki nøgdur við spæla ímóti Neistanum.

- Vit eru ikki nóg góðir í dag. Vit gera ov nógvar feilir og spæla alt ov illa í álopinum. Eg haldi, at Neistin spældi ein góðan dyst í dag, men tíbetur rakk tað hjá okkum. Sjálvt um vit ikki eru nøgdir við spælið, so eru vit sera fegnir um, at vit nú er komnir í finaluna. Í endanum sóu vit veruleikan í eyguni. Vit mundu mist alt av hendi, men síðstu løtuna kempaðu menn øgiliga væl, og so gekk tað akkurát, staðfesti Leivur Justinusen eftir dystin.