? Vit vóru bumbumál

? Enn einaferð kunnu vit bara staðfesta, at Føroyar vóru bumbumál undir kalda krígnum, sigur Kjartan Mørkøre, sentralur persónur í føroysku friðarrørðsluni

Tey gingu undir slagorðum sum »Út við NATO« og »Vit eru bumbumál«, og nú ein partur av nýggju føroysku kanningini í skjalagoymslum í USA, Danmark og Føroyum er likin út, endurtekur ein av stovnarunum av felagsskapinum Fólk fyri Friði, eitt av slagorðunum frá 80?unum.

? Vit vóru bumbumál. Danir góvu amerikanarum loyvi at hava týðandi hernaðarstøð í Føroyum, og tað sigur seg sjálvt, at tað høvdu russar lagt seg eftir at oyðilagt í møguligum kríggi, sigur Kjartan Mørkøre.

? Harafturat er tað staðfest, at danir fingu fíggjarligar fyrimunir burtur úr, at lata amerikanarum loyvi at byggja hernaðarstøð í Føroyum. Og tí kunnu vit bara enn einaferð staðfesta, at vit vóru lumpað av dønum.


Á vakt yvir fyri dønum

Kjartan Mørkøre heldur ikki, at kanningin av skjølum í USA og aðrastaðni kann brúkast til so nógv, men hann heldur, at hon í minsta lagi kann vísa føroyingum, at vit skulu verða á vakt yvirfyri dønum.

? Vit hava fleiri ferðir verið bláoygd yvir fyri dønum, men eg trúgvi ikki, at tað verður lætt at lumpa okkum í framtíðini, tí vit hava vælútbúgvið fólk, sum veit, at tað skal ansa sær væl í viðurskiftum við danir, sigur Kjartan Mørkøre.