Vit vóru betri tekniskt

Høgni Eysturoy, liðskipari hjá B36, er sannførdur um, at sigurin var uppiborin.

- Vit eru betri mann fyri mann. Vit spæla nógv betri, men teir høvdu eitt skot á stongina, so teir vóru eisini raskir, sigur hann.

Í dystinum runnu EB/Streymsleikarar meiri eftir bóltinum, enn at hava hann.

- Vit eru nokk betri fyri tekniskt enn teir, og tí ber hetta til, staðfestir Høgni Eysturoy, sum hevur góðar vónir fyri restina av árinum hjá unglingunum hjá B36.