Í november mánaði í 1988 flutti danski presturin Steen Skovsgaard saman við konuni og teirra fýra børnum, tað elsta var 11 ár, til Klaksvíkar at búgva og virka.
– Vit vóru øll spent at sleppa til Føroya, men vit skuldu líka venja okkum við tær nýggju umstøðurnar. Eg haldi, at konan sat tríggjar dagar frammanfyri vindeygað og hugdi út, har tað var myrkt og vátt dag eftir dag. Hon spurdi meg, hvat vit gjørdu her. Tá ið mín arbeiðsuppgáva var liðug, mátti eg yvirtala hana til at flyta úr Føroyum aftur, sigur Steen Skovsgaard við Vikuskiftis-Sosialin.
Síðani hann varð útbúgvin prestur í 1979, hevur Steen Skovsgaard virkað í donsku fólkakirkjuni mest sum uttan íhald fram til september mánað í ár, tá ið hann lat seg pensjónera 68 ára gamal.
Frá november í 1988 til juni 1989 var hann fyribilssettur prestur í Klaksvík, tá ið Henning Bøgesvang var burturstaddur eitt tíðarskeið.
Nú um dagarnar gav Steen Skovsgaard út nýggja andaktsbók, har hann eitt nú brúkar upplivingar í Føroyum í onkrum av sínum tekstum. Bókin kallast »Giv mig en tanke« og inniheldur 208 stuttar andaktir.
– Føroyar vóru bergtakandi. Jú, tað var sera myrkt, ofta vátt og ilsligt, men vit vandu okkum við tað og komu at trívast sera væl. Vit høvdu góðar grannar, komu at kenna nógv fólk og upplivdu ein frið og eina hita, sum vit ikki høvdu kent áður. Tað var nakað heilt annað at vera prestur í Norðoyggjum, enn tað var í einum stórbýi í Danmark. Tá ið eg fyrstu ferð fór við Barsskor til Mikladals í prestaørindum, varð eg væl móttikin: »Vælkomin til Mikladals í Jesu navni«. Tað var ein móttøka, sum eg ikki var vanur við at fáa í Danmark, sigur Steen Skovsgaard.
Longri samrøðu um tíðina í Føroyum og nýggju bókina kann lesast í Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð.











