Hon segði eftir finaluna, at tær vóru sera uppsettar til dystin. Tað eru nøkur ár síðani, at Mjølnir var í steypafinaluni hjá kvinnum, og tí vóru tær sera uppsettar, og tær skuldu bara vinna dystin, segði Lena. Hóast tað eru nøkur ár síðani, at Mjølnir var í finaluni, so hava tær flestu vunnið steypakappingina áður.
Spurd, um steypasigurin hevur nógv at siga fyri sjálvsálitið, nú farið verður undir seinastu dystirnar í landskappingini, sigur Lena:
- Tað veit eg ikki. Man plagar ofta at siga, at í fyrsta dystinum eftir steypafinaluna, er man eitt sindur sløvur, og tí kanska ikki er so klárur til dystin, sum man annars eigur at verða. Vit skulu spæla móti TB næstu ferð, og tá noyðast vit at hava lagt finaluna aftur um okkum og verða fullkomiliga klárar til tann dystin, segði Lena.