Vit trýsta harðari á speedaran

Líka síðan ferðslulógin varð broytt fyri góðum tveimum árum síðan er miðalferðin nógv økt. Mátingar vísa, at í Streymoynni koyra tveir av trimum bilum ov skjótt

Nýggja ferðslulógin hevur nú virkað í yvir tvey ár. Við lógini vóru framdar fleiri broytingar, m.a. um revsing, tá fólk koyra ov skjótt. Eftir gomlu lógini misti ein koyrikorti treytaleyst í hálvt ár, um koyrt varð yvir 30 km/t meira enn mest loyvdu ferð. Men flestum kunnugt vóru hesar reglur broyttar, tá nýggja ferðslulógin kom í gildi 1.juli 2000. Nú siga reglurnar, at verður ein persónur tikin fyri at koyra skjótari enn 30 km/t meira enn mest loyvda ferð, missir viðkomandi koyrikortið treytað og kann sleppa upp til nýggja koyriroynd.
Hesar broytingar hava eftir øllum at døma fingið føroyingar at koyra skjótari. Landsverkfrøðingurin ger á hvørjum ári ferðamátingar kring alt landið, og tølini vísa tíðiliga, at meðalferðin er nógv økt, síðan nýggja lógin kom í gildi 1.juli 2000. Serliga síggjast stórar broytingar í Streymoynni og Eysturoynni.

Tveir triðingar koyra ov skjótt
Árini frá 1994 til og við 1999 koyrdu umleið helvtin av bilførarunum í Streymoynni ov skjótt. Men í 2000 sæst ein týðilig broyting, tí tá vísa mátingarnar, at heili 65 prosent koyra ov skjótt í Kollfjarðartunnlinum, har mátingarnar verða gjørdar. Og í fjør øktist talið til 66 prosent, tvs. at tveir triðingar av øllum bilførarum koyra skjótari enn 80 km/t sum er mest loyvda ferð á landsvegnum. Eisini í mátingunum fyri Eysturoynna síggjast tíðuligar broytingar. Í 1994 koyrdu 20 prosent av bilførarunum skjótari enn 80 km/t, talið vaks spakuliga til 24 prosent í 1999, men í 2000 vísa mátingarnar, at heili 58 prosent av øllum bilførarum koyra skjótari enn 80 km/t. Í fjør minkaði talið á teimum, sum koyra ov skjótt, tó niður á 50 prosent.
Landsverkfrøðingurin ger eisini ferðamátingar í Suðuroynni, í Vágunum og í Borðoynni, men har eru tølini ikki so ógvuslig sum í miðstaðarøkinum. Í nevndu oyggjum koyra ávíkavist 19 prosent, 31 prosent og 18 prosent av bilførarum skjótari enn loyvt er á landsvegnum.

Ferðslulógin orsøkin
Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, metir broytingarnar í ferðslulógini at vera størsta orsøkin til, at fólk sum heild koyra skjótari í dag enn áðrenn 1.juli 2000, tá broytingarnar komu í gildi. Hann vísir á, at nógv hava ta fatan, at tað hendir einki, um tey koyra ov skjótt ? tey missa bara koyrikortið treytað og fáa tískil ein kjans afturat. Men hetta er ein skeiv fatan, heldur Jón Kragesteen. Tí fólk skulu bæði upp til nýggja koyriroynd og missa harumframt koyrikortið treytað í trý ár.
Leiðarin á Ferðslutrygd sigur, at hann persónliga var ímóti broytingunum í ferðluslógini, sum geva treytaða frádøming av koyrikortinum, verður koyrt meira enn 30 km/t skjótari enn mest loyvdu ferð. Orsøkin var, at hann óttaðist gongdina, at fólk fóru at koyra skjótari eftir nýggju lógini. Og nú lógin hevur virkað í gott og væl tvey ár, vísa ferðamátingar, at miðalferðin á landsvegi fyri alt landið er økt úr 73 km/t í 1999 upp í 77,9 km/t í fjør. Og mátingarnar fyri Streymoynna vísa, at har verður í meðal koyrt 86 km/t.
- Tað er eingin ivi um, og tað vísa royndir úr øllum okkara grannalondum, at tá miðarferðin hækkar, økist vandin fyri ferðsluvanlukkum, umframt at vanlukkurnar gerast álvarsligari, vísir Jón Kragesteen á.
Hann kundi hugsað sær, at ferðslulógin á hesum øki varð endurskoðað, so at tá ein persónur t.d. koyrdi 130 km/t á landsvegi, misti koyrikortið treytaleyst. Tá átti at verið talan um »skerpaðar umstøður«, heldur Jón Kragesteen. Hann vísir á, at í dag ber til at koyra dupult so skjótt sum ein hevur loyvi til, tvs. 160 km/t á landsvegi, uttan at missa koyrikortið beinanvegin.
Hagtølini vísa, at samlaða talið av ferðsluóhappum ikki er økt síðstu tvey árini. Men harafturímóti vórðu fleiri skadd í ferðsluni í fjør, sammett við árið fyri.


FAKTA
Landsverkfrøðingurin ger á hvørjum ári ferðmátingar á landsvegunum fleiri staðni kring landið. Kanningar verða gjørdar á hesum støðum: Suðuroy: á Nesi í Vági; í Vágum: við Leitisvatn; í Streymoynni: í Kollfjarðartunnlinum; í Eysturoynni: á Lambareiði; á Borðoynni: á tunnilsvegnum til Klaksvíkar.
Mátingarnar eru at finna í ársfrágreiðingunum hjá Landsverkfrøðinginum um ferðslu og á heimasíðuni hjá Landsverkfrøðinginum www.lv.fo