Dagsins maður hjá Kyndli sunnudagin var uttan iva Janus Einar Sørensen. Hóast hann ikki vildi gera so stóran háva burtur úr sínum avriki eftir dystin, so duldi hann ikki fyri, at tað í løtuni gongur væl hjá Kyndli. Einum liði, sum mong nú síggja sum ein av favorittunum til at vinna FM-finaluna. Eisini hóast liðið enn ikki hevur spælt seg í hana.
- Tað er so avgjørt tað, sum vit fara eftir, og tað hevur gingið væl seinastu tíðina. Hóast alt sjálvandi kann betrast, so hava vit verið rættiliga stabilir í endaspælinum. Síðani vit taptu fyrsta dystin í hesum, hava vit ikki tapt, og formkurvan hevur avgjørt eisini vent rætta vegin, sigur Janus Einar sjálvur.
Um orsøkin til hetta heldur Janus Einar, at tað í stóran mun er hátturin, sum spælararnir saman við venjaranum hava duga at tackla støðuna.
- Fyrst og fremst, so hava vit duga væl at tikið eina uppgávu ísenn. Hóast tað bert eru tríggir dystir eftir av endaspælinum, so kennis hetta nærum sum eitt marathon, tí einki lið kann kenna seg trygt. Tað hevur kanska eisini gjørt, at vit ikki hava torað at hgusa ov langt fram, men heldur hava tikið hvørja uppgávu sær.
- Og við góðu úrslitunum haldi eg eisini, at sjálvsálitið er komið. Sjálvur ivist eg so ikki í, at tá vit spæla okkara besta, eru vit besta lið í landinum. Sjálvandi skal ein og hvør spælari siga tað, men tað er veruliga kenslan, sum vit nú hava. Og við hesum kemur eisini yvirskotið at vísa og siga hinum liðum, at vit eru bestir. Og skal eg vera heilt erligur, so haldi eg eisini, at tann parturin ofta hevur fingið mótstøðuna at øtast eitt sindur.
- Eisini tí vit hava eitt gott lið. Vit hava royndar spælarar, sum kunnu taka ábyrgd, og vit hava fleiri ungar spælarar, sum veruliga hava ment seg, tí venjarin sýnir teimum álit, sigur Janus Einar.
Men enn vilja hvørki hann ella Kyndil taka nakað fyri givið. Munurin aftur til triða plássið er bara ein dystur, og tí eru ráðini ikki at tapa nakað sum helst. Serstakliga ikki í teimum báðum komandi dystunum, sum eru móti júst nummar trý og fýra á talvuni.