Fótbóltur
- Vit hava hildið okkum til reglurnar. Eg tosaði sjálvur við formannin hjá B71, áðrenn nøkur ítøkilig stig vórðu tikin. Somikið stutt er tann støðan.
Somikið avgjørdur er formaðurin í B36 um ákæruna, sum B71 hevur reist móti B36, sum teir siga hevur dyrgt eftir Magnusi Olsen, uttan at B71 hevur verið partur av málinum. Nakað sum er ólógligt, tá spælarin hevur sáttmála við B71.
- Í fyrsta umfar játtaði B71-formaðurin eisini, at vit kundu tosa við spælaran. Men at hann seinni kúvendir í hesum, er so ein annar partur av søguni. Men eg vil gjarna gera púrasta greitt, at tað er eingin í B36 ella FC Tórshavn (felagið, ið rekur Formula-hópin, blðm.), sum hevur kontakað spælaran uttan um B71.
- Vit hava havt onkur dømi um, at misskiljingar eru komnar fyri í slíkum málum. Tað vilja vit sjálvandi sleppa undan, og júst tí ringdi eg fyrst av øllum til formannin hjá B71. Vit hava so onga orsøk til ikki at halda reglurnar í slíkum málum, og tað havi eg greitt bæði formanninum og øðrum ábyrgdarpersónum í B71 frá, sigur Per Hansen.