-Vit tosaðu ofta um búskapin og bankarnar

Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, vil ikki hava sitandi á sær, at hann sveik sína ábyrgd sum stjórnarleiðari við tí úrsliti, at bankakervið rapaði, og búskapurin kollsigldi

-Tað vóru nógvir fundir í stjórnini, har vit tosaðu um búskaparviðurskiftini, men tað var ikki altíð, at tað bleiv staðfest formliga í fundarbókini. Harafturat vóru búskaparviðurskiftini og bankarnir javnan umrøddir á ráðharrafundum.

Soleiðis royndi Geir H. Haarde at verja seg, tá hann fyrradagin bleiv avhoyrdur í tí serliga landsdóminum, sum viðger ákæruna, sum Altingið hevur reist ímóti honum. Har er hann júst ákærdur fyri fara ov lætt um skylduna at hava stjórnarfund um týðandi politisk mál sp sum búskapin og bankakervið, og júst hendan ákæran fekk nógva umrøðu á rættarfundinum mánadagin.

Ákæruritið byggir millum annað á tað, sum ein serlig kanningarnevnd hjá Altinginum hevur skrivað. Nevndin hevur júst víst á, at týðandi øki sum búskapurin og bankakervið fingu ikki ta neyðugu viðgerðina í stjórnini. Men hesum vísti fyrrverandi forsætisráðharrin aftur. Hann segði, at búskaparmálini blivu ofta viðgjørd saman við øðrum málum, men tað var ikki altíð, at hetta bleiv skrivað í gerðabókina, segði hann. Hann segði seg eisini hava havt fundir við ráðharrarnar úr hansara flokki og við tingmanningina hjá Sjálfstæðisflokkinum um hesi viðurskiftini, uttan at tað bleiv skrivað í fundarbók.

Undir avhoyringini vísti ákærin á nakrar fundarfrásagnir frá fundum í stjórnini um búskaparmál. Hesar frágreiðingarnar eru frá oktober í 2008 og vísa, at stjórnin serliga umrøddi støðuna hjá bankunum. Ákærin vildi hava at vita, um hetta var fyrstu ferð, at stjórnin formliga viðgjørdi støðuna hjá bankunum. Geir H. Haarde svaraði, at bankamálið bleiv eisini umrøtt á minni fundum og í samskiftinum millum ráðharrarnar.

Verður Geir H. Haarde dømdur sekur sambært ákæruritinum, kann hann fáa upp í tvey ára fongsul.