Í hesum døgum er lívligt kjak um, hvørt Føroyar skulu hava meira blokkstuðul úr Danmark. Skal blokkurin prístalsviðgerast? Skal blokkurin hækkast munandi? Kjakið er glóðheitt, mótmæli verða fyriskipað, og fólk hava avgjørdar hugsanir um evnið. Tað eru tey, sum halda at størri blokkur úr Danmark fer at gera Føroya meira ósjálvstøðugar og knýta okkum nærri at Danmark. Onnur halda, at føroyingar hava brúk fyri fleiri pengum úr Danmark – og hava rætt til tað – fyri at vælferðartænasturnar kunnu varðveitast og betrast.
Spurningurin um sjálvstýri ella samband hongur alla tíðina í luftini, og eingin avkláring verður á hesum máli nógvu komandi árini.
Síggja vit burtur frá grundleggjandi spurninginum um sjálvstýri ella samband, kunnu vit í øllum førum staðfesta, at føroyingar í flestu viðurskiftum føra seg fram sum eitt sjálvstøðugt land – og sjálvsálitið er stórt.
Føroyar luttaka í heiminum, og heimurin verður drigin til Føroya. Tað skortar ikki upp á vilja, dirvi ella mót, tá ið føroyingar skulu út í heim at umboða Føroyar í breiðastu merking ella taka ímóti útlendskum gestum – til dømis í mentanarligum og ítróttarligum samanhangi.
Pál Joensen kappast við tey bestu og vinnur heiðursmerki. Rógvi Jacobsen kann skora ímóti heimsins besta verjuspælara. Runavíkingar kunnu spæla javnleik ímóti einum superliði úr heimsins sterkastu fótbóltskapping. Føroyingar vinna tónleikakappingar á bæði dønum og íslendingum. Ein av fremstu svimjarunum í Russlandi kemur til Føroya at venja hjá føroyskum venjara. Teitur, Eivør, Lena og øll hini spæla tónleik á altjóða stigi í útlondum. Schandorff Vang er boðsendur døma bogaskjóting í Olympisku leikunum í London næsta ár. Eingin trupulleiki er at taka ímóti og seta heimskend tónleikanøvn sum Bryan Adams, Elton John, Westlife, Europe ella Travis á pall í Føroyum. Føroyskar bókmentir verða týddir til onnur mál, og føroyingar týða heimsbókmentir til føroyskt. Føroysk list ferðast ósmæðin uttanlands. Og so víðari og víðari og víðari.
Sjálvstýri ella samband – føroyingum vantar ikki sjálvsálit í altjóða samanhangi!