Vit ætlaðu bara at fáa Sólrun

Eyðun Klakstein, redaktørur á Hvonn Live, greiðir frá, at ætlanin var at fáa Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen við, og tá hon játtaði, so bar brádliga eisini til at fáa danska forsetisráðharran við. – Vit vóru alla tíð bangin fyri, at okkurt fór at koma í vegin, sigur Eyðun Klakstein

Fyri fyrstu ferð nakrantíð gjørdi ein danskur forsetisráðharri ein túr til Føroyar fyri at vitja ein føroyskan fjølmiðil, tá Lars Løkke Rasmussen, saman við konu síni, føroysku Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen vitjaði sendingina Hvonn Live hjá Rás2.

Eyðun Klakstein, redaktørur á sendingini, staðfestir, at hetta var ein forkunnug vitjan og at tað var Sórun Jákupsdóttir Rasmussen, sum var orsøkin til, at tey bæði vitjaðu í Føroyum.

– Vit spurdu seint í fjør Sólrun, um hon vildi vera við í sendingini. Tað vildi hon fegin, og so eydnaðist tað eisini at fáa Lars Løkke Rasmussen við, greiðir Eyðun Klakstein frá.

Hann leggur afturat, at áhugin kom av, at Sólrun Rasmussen er føroysk.


Nógv kundi kiksa

Men Eyðun Klakstein viðurkennir eisini, at hann var bangin fyri, at tað kanska ikki fór at eydnast at fáa hjúnini við í sendingina.

– Vit vóru alla tíð bangin fyri, at okkurt fór at koma í vegin. Serliga av rokaduni av ministarunum og túrurin, sum tey gjørdu til Tenerife í vetrarfrítíðini, har tey blivu nógv skeldað eisini, sigur Eyðun Klakstein


Vildu svara øllum

Tað er nógv sum skal koma upp á pláss, tá ein forsetisráðharri skal við í eina tílíka sending, men Eyðun Klakstein staðfestir, at hjúnini ikki løgdu nakra forðing á, hvat tey vildu svara uppá. Og spurningarnir, sum vórðu settir vóru eitt bland av gaman og álvara.

– Tað er eitt talkshow, sum tey eru komin við til og tí verður tað ikki eitt øgiliga krittiskt, politiskt interview, sigur Eyðun Klakstein.

Hann sigur somuleiðis, at tey vildu hava nakrar krittiskar spurningar við eisini, og hesum svaraði Lars Løkke Rasmussen eisini stuttligt uppá.

– Vit royndu at vekta tað soleiðis, at tað ikki bleiv tað reina fjas. Tað roynir mann við tí erfaringini mann hevur.


Ikki tey seinastu

Hvonn Live hevur havt fleiri kendar útlendskar gestir, og Eyðun Klakstein staðfestir, at hjúnini Rasmussen ikki verða seinastu útlendsku gestirnir.

– Beinanvegin í konseptinum gjørdu vit av, at tað skuldi vera okkurt serligt, og tað er ikki vanligt, at føroyskar útvarpssendingar fáa kendar útlendingar heim. Tann leistin fara vit at halda fast við, og vit hava onkrar hálvar avtalur til komandi sendingar, sigur Eyðun Klakstein.