Hetta er eitt fantastiska løgið land vit búgva í. Vit útflyta fólk, sum ikki hóska inn í mentan okkara, einligar mammur og krúnuna av blómandi ungdómi okkara.
Júst í hesum døgum letur til, at spennandi og tiltrongda ætlanin um at seta stovn eftirskúla í Hvalba, er um at fara í vaskið. Kommunurnar, sum hava stuðlað verkætlanini, hótta við at taka seg burturúr. Og fólkini handan ætlanina eru um at missa mótið og eru til reiðar at leggja kongin, um ikki politiski viljin vendir.
Ein av stigtakarunum, Ólavur Rasmussen, hevur seinastu dagarnar meldað út, at tann hálva milliónin, sum samgongan ásett í fíggjarlógaruppskotinum til eftirskúlan er verri enn onki.
Talið av føroyskum skúlaungdómum, sum leita sær til Danmarkar á eftirskúla, er eftir øllum at døma fleirfaldað síðstu árini. Nútímans foreldur og børn lata sær ikki lynda eitt toluligt tilboð í fólkaskúlanum. Men kortini noyðast tey at bíða, til børnini eru somikið tilkomin, at tey kunnu sendast av landinum til eitt dygdargott útbúgvingartilboð. Í dag er ikki tað ikki nøktandi at lúka eitthvørt fólkaskúlaprógv – børnini skulu eisini mennast og hava avbjóðingar, meðan tey ganga í fólkaskúlanum, so tey eru til reiðar at halda fram í miðnámsskúlunum og at fara undir hægri lesnað. Okkara meting er, at tilboðið til tey ungu í føroyska framhaldsdeildini er ikki nóg gott, serliga tá hugsað verður um tilboðið í tíggjunda flokki. Hetta ber stóra fráflytingin eisini boð um.
Løgið, ta hugsað verður um, at komandi útflutningsvinna okkara skal vera vitan og gransking. Tá er tað ikki nøktandi at vit útflyta blómandi ungdómin, júst í teimum árum hann festir røtur. Vit vita, at tá tey fara undir hægri lesnað, fara tey flestu tíbetur av landinum. Men skulu tey kenna seg vælkomin heimaftur, skulu tey eisini kenna seg heima her – og so løgið tað ljóðar, so er tað júst í tannáringaárunum at ungdómar finna samleika sín í samfelagnum, sum verandi ein partur av einum fólki, landi, málið og einari søgu.
Vit eru ikki so rík, at vit hava ráð til at útflyta tað dýrabarasta vit eiga, nevniliga komandi føroyingar.