Tíðindaskriv
»Vit telja og skriva tøl« er stuttlig bók, ið ger tað lætt at læra og telja frá eitt til tíggju.
Við fittum tekningum og stuttligum uppgávum verður tað hugnaligt at læra at skriva tølini. Gandapennur fylgir við bókini, og tí kunnu tølini vaskast burtur og skrivast umaftur og umaftur. Bókin er sera væl egnað til børn undir skúlaaldur, ið hava hug at læra.
Tað er bretska forlagið Andromeda, ið hevur framleitt upprunabókina. Turið Kjølbro týddi úr enskum. Bókin kostar 120 krónur í bókabúðunum.









