Vit taka tað róligt eftir norðoyastevnuna

Á Kósini í Klaksvík hevur ikki verið nógv flakaarbeiði fyrra helming av hesi vikuni, men tey, sum arbeiða saltfisk, hava altíð nóg mikið at gera.

Fiskivinna
Vilmund Jacobsen

Sum skilst á stjóranum á Kósini, Adrian Dalsá, hevur ikki so nógv flakaarbeiði verið á virkinum í hesi vikuni, og tað passar kanska ikki so illa hjá klaksvíkingum, nú hetta er vikan beint eftir norðoyastevnu.
- Línuskipini vóru inni fyri stevnuna, og tann fiskurin er komin til høldar. Hjá
upsabátunum roynist fiskiskapurin ikki so væl beint nú, og tí hava vit ikki fingið fatur á teimum stóru ráfiskanøgdunum í fyrru helvt av vikuni.
Nakað hevur tó verið av flakaarbeiði á Kósini hesa vikuna, og saltfiskaarbeiði er alla tíðina.
- So, vit taka tað bara eitt sindur róligt beint nú, sigur Adrian Dalsá.
Mikudagin dugdi hann ikki at meta um, hvussu seinnaparturin av vikuni fer at roynast, men Kósin liggur fram við, tá ið sølur eru.
Línuskipini eru júst farin útaftur, og tey koma ikki aftur hesa vikuna, um alt gongur sum ætlað.
- Tað er minni upsi á marknaðinum beint nú, og tað merkja vit eisini her norðuri, sigur Adrian Dalsá, stjóri á Kósini.