Jú, vit skulu geva tónleikinum C-vitaminir! Poptónleikur er eisini tónleikur. Tí vil Javnaðarflokkurin framvegis skapa ein møguleika fyri at stuðla ungum, evnaríkum tónleikarum, sum vilja royna at koma út um landoddarnar við sínum tónleiki. Eisini popptónleiki.
Hetta sjálvt, um tað annars so virðiliga tónaskaldið, Sunnleif Rasmussen, í grein á internet Dimmu, og helst eisini í bløðunum, kallar slíkan tónleik fyri døgnflugutónleik og hevur hug at rokna hetta slagið av tónleikarum, fyri at vera á einum mentanarligum síðuspori. Teit Lassen, Eivør Pállsdóttir, Guðruna Sólju Jacobsen og Týr, halda vit ikki vera á einum mentanarligum síðurspori. Vit virða tey í øllum førum og halda, at slíkur tónleikur eisini er list.
Tí vilja vit eisini stuðla hesari listini. Tað koyrir ikki landið á húsagang. Men skapar ein nýggjan vinnumøguleika.
Styrkja musikkskúlan
Góð útbúgving skapar dugnasemi. Soleiðis er eisini við tónleikinum. Tí hevur Javnaðarflokkurin samsundis sett sær sum endamál at styrkja musikskúlan.
Musikskúlin hevur gjøgnum árini verið ógvuliga mennandi fyri ungdómin, og harvið fyri tónleikalívið í Føroyum.
Men eisini í musikskúlanum er orkan avmarkað. Millum annað av fíggjarligum ávum. Hetta vil Javnaðarflokkurin gera nakað við, fyri at fáa pláss fyri so nógvum næmingum, sum gjørligt. Og eisini fyri at skapa ein so góðan musikkskúla, sum gjørligt..
Endamálið við mentanarpolitikkinum á tónleikaøkinum má vera at geva teimum ungu so góða tónleikaliga útbúgving, so góðan førning, sum yvirhøvur gjørligt.
Hetta skapar okkum í seinna enda veruliga listarliga virðing úti í heimi. Soleiðis skrivaði Sunnleif Rasmussen eisini í sínari grein. Og eg eri púra samdur við honum. Men fyri tað er tað ikki skeivt, eisini at stuðla poptónleikarum.
Sunnleif Rasmussen vil hava: "Munagóðan stuðul til tónlistarliga menning og harvið dygd, heldur enn døgnflugukendan løtuvinning!"
Javnaðarflokkurin er samdur. Tí løgdu vit fram broytingaruppskot til fíggjarlógina fyri 2001, um at játta musikkskúlanum 950 túsund krónur eyka. Hetta uppskotið fingu vit samtykt. Og tað gjørdi stóran mun hjá musikskúlanum.
Javnaðarflokkurin vil geva tónlistini munagóðan stuðul til listarliga menning og dygd. Tí settu vit eisini uppskot fram á ting í 1999, um at stuðla tónleikarum at fáa møguleikan at vinna marknað uttanlands. Hetta fyri at breiðka føroyska vinnugrundarlagið, til eisini at fevna um tónleik. Men tað bleiv felt av samgonguni millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Gev tónleikinum C-vitaminir. Atkvøð fyri lista C 20. januar.