Samskifti er lykilin.
Í kjalarvørrinum av einum sakarmáli, sum TAKS førdi móti einum nú 68 ára gomlum pensjónisti, hvørs fíggjarligu viðurskifti eru so, at hann ongan møguleika hevur at rinda nakað aftur, hevur Sosialurin vent sær til TAKS fyri at vita, hvussu stovnurin arbeiðir.
- Tá sjálvuppgávurnar ikki eru í lagi, verða tær viðgjørdar og kannaðar. Men er tað so, at skatturin av teirri upphædd, sum skattgjaldarin hevur sloppið sær undan fer upp um 500.000 krónur í landsskatti og 100.000 tá talan er um mvg verða tær lætnar beinleiðis til fútan at taka støðu til. Og sjálvt um vit ikki prinsipielt umrøða einstøk mál, so var tað hetta, sum er hent í hesum førinum, greiða Hjørdis Gaard og Bent Ottosen frá.
Tað er tískil ikki TAKS, men fútin sum tekur avgerð um, hvørt ákæra verður reist í slíkum føri.
TAKS hevur ein greitt orðaðan innheintingarstrategi politikk, sum gongur út upp á at málrætta og tilllaga innheintingina.
»Mannagongdir skulu geva størst møguligt avkast og verða soleiðis, at vøkstur í eftirstøðum verður steðgaður. Brúkast skal minst møgulig orka og tað skal vera framhaldandi fokus á rættartrygd borgaranna og virkisins«.
Fyri at betra um samskiftið við kravánara skal »Innheintingarætlanin stuðla undir málsetningin at økja um talið av borgarum, sum av sær sjálvum lata inn og gjalda rætt«.
Við- og mótspælarar
TAKS arbeiðir eftir einum pyramidu-prinsippi (complience), har niðasta lagið eru tey, sum halda sínar skyldur.
Síðani kemur eitt lag, har fólk hava vilja, men kanska ikki evni at halda skyldurnar.
Soleiðis gongur upp eftir, til tú ert á toppinum, har fólk decidera snýta við vilja.
- Okkara mál er at flyta fólk so langt niður í pyramidustrukturinum sum gjørligt, sigur Bent Ottosen.
Strategiin hjá innheintingardeildini tekur støði í teirri hugsan, at meginparturin av borgarum og virkjum ynskja at gjalda til tíðina. Í hesum høpi verður skilt millum viðspælarar og mótspælarar.
Viðspælarar eru borgarar og virki, sum hava viljan at rinda. Hesi fáa vanliga eina gjaldsavtalu og ansað verður eftir, at eftirstøðan ikki økist, um so er, at tey ikki megna at gjalda til tíðina.
Tá tað kemur til mótspælarar verða hesir býttir í tveir bólkar, tey, sum hava evni, men ikki viljan at gjalda, og so tey, sum hvørki hava evni ella vilja at gjalda.
- Tað er jú heldur ikki so, at fólk verða revsað, um tey ikki hava peningin tøkan her og nú. Tað týdningarmesta er, at vit fáa uppgerðirnar inn, tí tað sparir eisini okkum nógva tíð, sigur Hjørdis Gaard.
Uppgávan er at fyribyrgja eftirstøðum, og tí er fokus á átøkum, sum kunnu forða fyri at virki og borgarar koma í eftirstøðu.
Ávísar vinnugreinar
Hon sigur, at TAKS alla tíðina roynir at kunna síni viðskiftafólk so væl sum gjørligt, og konstruktivur kritikkur er altíð væl komin.
Tey bæði skilja eisini væl, at spurnartekin verður sett við nyttuna av at brúka tíð og orku upp á mál, sum framman undan eru dømd at miseydnast, og er m.a. eisini hesin spurningurin, sum er grundarlag undir avgerð um hvørji eftirlit vera gjørd-
Í teimum førum har upphæddin skattagjaldarin hevur sloppið sær undan fer upp um 500.000 krónur so ger løgdeildin hjá okkum ikki meiri við málið, men sendir tað beinleiðis til fútan. Hesin tekur so støðu til, um hann fer víðari við málinum, tí tað er ikki TAKS, sum stevnir nøkrum, siga Hjørdis Gaard og Bent Ottosen.
Er talan um upphæddir undir ta hálvu milliónina, verður málið viðgjørt av TAKS, og hvørt málið sær verður viðgjørt gjølla við atliti at bæði fíggjarligu orkuna hjá viðkomandi og sosialu viðurskiftini.
Vit hyggja eftir umstøðunum sum heild, og tá viðurskiftini tala fyri tí, finna vit sum oftast útvegir fyri at fólk kunnu sleppa frægari burtur úr støðuni. Tað er heldur ikki komið fyri í mínari tíð, at TAKS hevur koyrt fólk frá húsi og heimi. Tey skulu jú eisini liva, sigur Bent Ottosen, leiðari fyri innheintingini hjá TAKS.
Tað er tó ein sannroynd, at TAKS nýtir 80% av teirra orku upp á 20% av viðskiftafólkunum. Men tað er kortini ikki so, at »revolvara-metodir« verða nýttar.
Okkara einasta mál er at fáa pengarnar inn, og tað gerst betri við lógvataki heldur enn lurki, sigur Bent Ottosen.
Sosialt atlit
Tá Sosialurin setti spurnartekin við nevnda sakarmál, so var tað i veruleikanum ikki TAKS, sum var inni í málinum meiri, men fútin. Og tey bæði siga, at stovnurin so avgjørt tekur atlit til bæði sosialu og fíggjarligu støðuna hjá fólki.
Í teimum førunum, har eitt ígongdverandi virki skyldar skatt ella MVG seta vit inn. Vit kunna fara so langt sum at krevja ein virkisbygning á tvingsilssølu, fyri at fáa peningin inn, sigur Bent Ottosen.
Hann vísir á tað órímiliga í, at virkir bara kunnu halda fram við virkseminum, samstundis sum tey skylda landinum pening – og bara lata sum einki.
Men TAKS er ikki tann ómenniskjaligi stovnurin, sum summi kanska ganga runt og halda.
- Vit verða nokk ongantíð mest vældámdi stovnurin í landinum, men vit gera okkum veruliga ómak fyri at upplýsa okkara viðskiftafólkum so væl sum møguligt um viðurskifti, sum eru teimum viðkomandi. Og tí taka vit fegin móti konstruktivum kritikki, tí vit vilja fegin verða okkara viðskiftafólki so hjálpsom sum gjørligt, sigur Hjørdis Gaard.
Tað er eisini av hesum sama, at TAKS nú hevur sett á stovn eina nýggja kundatænastu, sum skal lofta øllum teimum vanligu spurningunum um skatt og MVG. Hetta er ein tænasta, sum verður útbygd um tað mundið, tá sjálvuppgávrnar eru fyri.
- Byrjað verður hvønn morgun við at gjøgnumganga spurningar, sum tænastan hevur fingið dagin fyri, so vit alla tíðina eru ajour, sigur Hjørdis Gaard.
Og á innheintingardeildini eru tey eisini alla tíðina ajour.
- Øll mál eru serstøk. Vit hyggja at teimum objektivt og sakligt, men tað merkir ikki, at øll mál verða viðgjørd eins. Har er tað, at sosial og onnur atlit koma inn í myndina, sigur Bent Ottosen, innheintingarleiðari hjá TAKS.









