- Nýggi Borgaragluggin hjá Taks er ikki fyri allar borgarar.
Tað staðfestir Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek.
Borgaragluggin hjá Taks, er ein tænasta, har tað ber til hjá borgarum sjálvum at avgreiða nógv viðurskifti við stovnin bæði lætt og tíðarhóskandi.
Í hesum sambandi vísir Tóra við Keldu á, at Føroyar, og sostatt eisini Taks eiga at lúka treytirnar hjá ST um at skipa so fyri, at fólk, ið bera brek fáa atgongd á jøvnum føti við onnur til almenna kunning, alment samskifti og almennar tænastur.
Tað hevur týdning, at fólk, ið hava niðursettan førleika í armum og hondum, eru blind, deyv ella lesiveik, eisini verða javnsett.
Í summar bjóðaði Taks MBF á fund, har Borgaragluggin varð lagdur fram og har tosað varð um tær avbjóðingar, ið liggja í, at fólk hava ymiskan førleika, tí júst hetta setir stór krøv til skipanina.
- Tað er gott, at Taks vísir vilja at fáa Borgaragluggan at virka fyri allar borgarar, sigur Tóra við Keldu.
Men hon ásannar, at enn eru avbjóðingar í Borgaraglugganum, og enn er Borgaragluggin ikki fyri allar borgarar.
Tí sær MBF álvarsemi í lyftinum frá Taks, um, at tey alsamt arbeiða fyri at bøta um tænasturnar og arbeiða fyri at finna nýggjar loysnir, so øll kunnu vera við, sigur hon.
Les meiri um, hvat Tóra við Keldu heldur um Borgaragluggan, við at trýsta HER










