Vit taka heilsulig atlit

Sodavatn er verri fyri heilsuna enn grønar keks, og tí sluppu grønu keksirnar undan avgjaldi á hesum sinni

Teimum, ið dámar væl at roykja og sutla sodavatn, mugu komandi ár longur niður í lummarnar fyri at fáa fatur á hesum vørum.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum eru ætlanir um at leggja avgjald á bæði sodavatn og tubbak. Ætlanin er, at avgjaldið á tubbak skal økja úr 0,80 krónum til 1,10 fyri sigarettina, meðan avgjaldið á sodavatn fer úr null krónum upp í 2,40 krónum fyri liturin. Landsstýrið metir, at avgjøldini fara at geva 35 mió. krónur í eyka inntøkum.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, sigur, at tað er ongantíð heppið at leggja avgjald á vørur, men tað varð neyðugt, um landsstýrið skuldi sleppa at raðfesta eitt nú almanna- og heilsumál hægri.
Spurdur, hví júst sodavatn og tubbakk eru tikin úr rúgvuni, svarar landsstýrismaðurin, at tann avgerðin er tikin eftir heilsuligum atlitum.

Ongar keks og posar
Sambært fíggjarlógaruppskotinum er ikki ætlanin, at avgjald verður lagt á nógv umrøddu grønu keksirnar og plastik posarnar, sum undanfarin fíggjarlógaruppskot hava boðað frá.
Spurdur, hví landsstýrið ikki hevur lagt seg eftir, at seta avgjøld á søtmeti sum keks og annað, tá landsstýrið velur at taka heilsulig atlit, svarar Bárður Nielsen, at ein arbeiðsbólkur í almanna- og heilsumálaráðnum og fíggjarmálaráðnum ikki hevur mett, at keks eru eins skaðiliga sum sodavatn.
Landsstyrismaðurin hevði kortini onga kanning, sum prógvaði hetta uppáhald. Spurdur, hví landsstýrið ikki hevði valt at leggja avgjald á plastikposar fyri at verja umhvørvið, svarar Bárður Nielsen, at tað komst fyrst og fremst av tí, at tað varð so ringt at skipa fyrisitingarliga.