Vit taka fult undir við formanninum

Útróðrarmenn í Lorvík stúra fyri framtíðini um hetta verður gngdin

Sunnudagin nevndin í Lorvíkar Útróðrarfelag fund um støðuna, nú landsstýrið hevur givið vágamonnum innflutningsloyvi til Frøyanes.

Formaðurin í felagnum, Ólavur Heinesen, sigur, at niðurstøðan er, at Lorvíkar Útróðrarfelag tekur fult undir við formanninum í Meginfelag Útróðrarmanna, Chris Jan Michelsen í tí, hann hevur sagt og skrivað í hesum máli.

? Vit stúra fyri avleiðingunum fyri útróðrinum, um ein bátur, við so stórari fiskiorku sum Frøyanes, kemur inn í bólkin hjá útróðrarbátunum.

? Vit síggja so svart uppá avleiðingarnar, at vit frykta fyri, at hetta er byrjanin tl endan hjá útróðrinum

Ólavur Heinesen sigur, at hetta tí er eitt stórt vónbrot hjá útrórðrarmonnum í Lorvík. Teir hava serliga í huga, at nú er loksins hampiligt skil við at koma á útróðurin.

? Vit vita, hvussu trupul støðan hevur verið hjá útróðrinum og, hvussu stór ósemja og nógv stríð skuldi til, áðrenn vit fingu skipað viðurskifti. Men nú skil er við at koma á, fer Frøyanes at oyðileggja alla javnvágina, tí hetta er bara byrjanin, tí uttan iva verður Frøyanes bara tað fyrsta skipið av hesum slag, sigur formaðurin