Ein av ágrýtnastu leikarunum á liðnum hjá B36 sunnudagin var vongurin Bárður Mortansson. Eftir dystin helt hann, at B36 bert høvdu sær sjálvum at takka fyri, at teir ikki komu víðari
- Bárður segði eftir dystin, at teir vóru øgiliga skuffaðir, men at teir áttu at havt avgjørt dystin til egnan fyrimun, og tað dugdu teir ikki, millum annað, tí at teir vóru ov óneyvir.
Byrjanin upp á dystin var sera vánalig hjá okkum, heldur Bárður, og tá ið teir so hava skorað, velja teir at leggja seg aftur á vøllin, og vit megna als ikki at spæla verjuna hjá teimum sundur.
Eisini helt Bárður, at vágbingar vóru dugnaligir, tí tað eydnaðist teimum at seta leikferðina niður, og tað var avgjørt til fyrimuns fyri VB. Vit vóru ikki klárir frá fyrsta bríksli, og tað revsaðu teir, segði skjóti vongurin hjá B36. Bárður Mortanssson fýltist á avrikið hjá sær og liðfeløgunum, og hann helt, at teir vóru alt ov lítið uppsettir upp á at vinna dystin, meðan viljin at vinna var ein heilt annar á liðnum hjá VB, og tí var tað kanska eisini uppiborið, at tað eru teir, sum eru komnir í hálvfinaluna, tí vit tóku ikki uppgávuna í fullum álvara,
heldur Bárður Mortansson at enda.