- Vit kunnu bara iðra okkum um allar møguleikarnar, sum vit høvdu, men ikki útnyttaðu.
Tað helt Andrew av Fløtum eftir dystin í gjárkvøldið.
Hann róði upp undir, at tað í stóran mun var teirra egni feilur, at úrslitið gjørdist sum tað gjørdist.
- Vit vóru slett ikki vaknaðir tá dysturin byrjaði, og tí gjørdu vit tað óneyðuga tungt hjá okkum sjálvum at koma aftur í aftur, segði Andrew av Fløtum.
Annars helt hann sum so mong onnur, at eitt 4-3 úrslit í einari finalu má vera guff fyri áskoðaran, og at dysturin í so máta hevði alt at bjóða, sum ynskt verður av einari finalu.
Men tað er ongantíð stuttligt at tapa ein dyst og tá serliga ikki eina finalu.
- Hetta var stutt sagt ein søga um, at vit ikki tóku av teimum mongu møguleikum, sum vit fingu, segði Andrew av Fløtum.










