Vit stuðla tí lokala

»Sjálvandi standa vit saman um tað, sum eftir er í bygd­ini«. Hetta var tað fyrsta, eg hugsaði, tá ið eg frætti, at Bank Nordik hevði valt at siga farvæl til fuglfirðingar. Og tí var eg eisini sera glaður um og púra samdur við knøppu reaktióninar hjá borgarstjóranum hiðani úr Fuglafirði, Sigurði Simonsen, og borgarstjóranum í Vest­manna, Karl A. Olsen.

Eyðun á Lakjuni
býráðslimur í Fuglafirði

Í mínum oyrum var nógv løgið at hoyra í tíðindunum hendan dagin. Her eru nøkur sitat úr Kringvarpinum: »Vit hava ikki ráð at hava smáu deildirnar opnar«. Hes-in setningurin rungaði í oyr­un­um. Hetta siga teir júst sama dag, sum teir keypa ein banka niðri í Danmark. »Tað lønar seg ikki at reka banka úti á bygd«, var ein annar. Tað kundi verið stuttligt at fingið at vitað, hvar ið tey allarstørstu virðini í Føroyum verða skapt. Og so hesin: »Virksemið verður flutt til Saltangará!«
Vit, sum hava valt at bú­seta okkum á bygd, hava – serliga hesi allarseinastu árini – sæð ein útvikling, sum, eftir míni hugsan, er sera ódámligur. Vit síggja aftur og aftur, at stovnar verða stongdir í okk­ara nær­umhvørvi, og at tæn­astu­støðið gerst alsamt verri og verri, samanborið við tey størru plássini.
Hetta er ein náttúrlig gongd og hoyrir tíðini til, hoyra vit tíðum tey smartastu og serfrøðina siga. Well den, - men lat okkum so, sum enn búgva úti á bygd, standa sam­an um tað, sum eftir er í okkara nærumhvørvi. Ja, lat okkum, sum búgva í Vest­manna, í Kollafirði, á Sandi og í Fuglafirði stuðla tí virksemi, sum er rundan um okkum, soleiðis at hetta virksemi og hesar fyritøkur ikki eisini stinga í sekkin og rýma frá okkum. Lat okkum vísa, at víst eru vit skuffað og kedd, tá ið ein fyritøka, - sum vit annars hava goldið eina rúgvu til, eisini umvegis okkara skattakrónur, - heldur velur at fara niður til Amager at servisera kjøpenhavnarum enn at hava eitt rímiligt tæn­astustøði í okkara umhvørvi. Lat okkum vísa, at vit velja tær tænastur, vit fáa beint her, heldur enn at koyra nógv­ar kilometrar fyri at fáa júst tað sama.
Míni bankaviðurskifti verða so ikki flutt út til Sal­tang­ará.