– Vit stuðla avgjørt ikki fiskivinnupolitikkinum hjá sitandi samgongu – tvørtur ímóti.
Tað ger Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðsmannafelag, púra greitt nú seinnapartin.
Tað vakti ans, tá ið vit skrivaðu her á www.in.fo fyrr í dag, at bæði arbeiðarafeløgini í Havn, Havnar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, stuðla uppskotinum, samgongan hevur lagt fyri Løgtingið um at broyta fiskivinnunýskipanina.
Tað staðfesta feløgini í eini viðmerking, tey hava skrivað til Vinnunevndina hjá Løgtinginum, og sum er lagt við sum skjal, nú uppskotið skal viðgerast.
Vigdis Johannesen undraðist á hetta, tí tey hava als onga viðmerking sent Løgtinginum í sambandi við lógina um eina nýggja fiskivinnuskipan.
Hinvegin hevur umsitingin í Løgtinginum upplýst fyri okkum í Miðlahúsinum, at Havnar Arbeiðskvinna hevur sent skrivið tann 8. november, og tískil er tað lagt við, nú málið skal viðgerast.
Vigdis Johannesen hevur síðani ásannað, at talan er um eitt mistak, men hon dugir ikki at siga, hvussu tað kann vera hent, uttan tað, at hon hevur verið óansin og er komin at senda eitt skeivt av óvart.
– Skrivið, sum nú liggur við uppskotinum hjá hesi samgonguni, og har vit siga, at vit taka undir við nýggju lógini, er í roynd og veru eitt stuðulsskriv vit sendu undanfarnu samgongu stutt fyri jól í 2017, sigur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Men av óforkláriligum orsøkum er tað so sent eina ferð aftur nú, men tað er eitt mistak, sigur hon.
Hon sigur eisini, at beinan vegin mánadagin fara tey at boða Løgtinginum frá, at tey taka skrivið aftur.
– Vit taka undir ongum umstøðum undir við fiskivinnupolitikkinum hjá núverandi samgongu, sigur Vigdis Johannesen.
Hon sigur, at tað, sum hendir nú, er ein vanlukka fyri føroyingar, og føroyska samfelagið, – Tað, samgongan ger, er at geva nøkrum fáum feløgum, rættindi til næstan alt fiskiríkidømið undir Føroyum - og summi av hesum feløgum hava enntá útlendskar eigarar, sigur forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Og teir fáa rættindini so leingi, at í roynd og veru vendst ikki aftur, leggur hon afturat.
Hon sigur, at tey stuðla framvegis fiskivinnunýskipanini hjá undanfarnu samgongu, og tey mæla staðiliga frá, at núverandi fiskivinnulóg verður broytt.











