? Vit stríðast fyri kjansinum

? Tað er langt upp til teir stóru flokkarnar, men vit ætla at stríðast fyri einum góðum úrsliti, sigur Malan Johansen, valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum

Veljarakanningin hjá Gallup gevur ikki teimum smáu flokkunum serligar møguleikar fyri av álvara at blanda seg upp í stríðið um fólkatingssessirnar.
Sjálvstýrisflokkurin fær í kanningini fýra prosent av atkvøðunum, og tað er langt frá nóg mikið til nakran sess í danska parlamentinum.
? Vit kunnu fegnast um, at vit í kanningini hava stóra framgongd samanborið við fólkatingsvalið seinast, og vit vóna sjálvandi, at framgongdin heldur fram líka til valdagin, sigur Malan Johansen, sum er eitt av valevnunum hjá Sjálvstýrisflokkinum.

Langur vegur
Sjálvsstýrisflokkurin hevur í nógv ár havt tað trupult til fólkatingsvalini, og tað hevur ikki verið óvanligt, at flokkurin hevur fingið minni undirtøku til fólkatingsval enn løgtingsval.
Hóast formaðurin í flokkinum, Kári P. Højgaard, hevur tosað hart um, at Sjálvstýrisflokkurin veruliga hevur ein kjans á valinum og er tað einasta veruliga alternativið til teir stóru flokkarnar, so er tað trupult at fáa veljararnar at taka undir við hesum sjónarmiði.
? Tað er langt upp til teir stóru flokkarnar, men vit ætla at stríðast fyri einum góðum úrsliti. Um tú ikki hongur í, so hevur tú ongan kjans, sigur Malan Johansen.