Kristina Berg hevur seinastu mánaðirnar verið virkandi leiðari av Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum um vikuskiftið verður karmur um mentanardagar og stórt harmoniku-og kampingtreff.
Hon vísir á, at í Fuglafirði er nógv hjá børnum og vaksnum at fara til, eitt nú ítrótt, musikkskúli og kvøldskúli, og mentanarhúsið er eisini karmur um nógv ymisk tiltøk.
Kristina er uppvaksin sum granni til Norðurlandahúsið í Havn, sum hon sjálv tekur til og tað einasta, hon saknar, nú hon og familjan búgva í Fuglafirði, har tey stórtrívast, er Norðurlandahúsið, svimjihøllin og viðarlundin.
- Fuglafjørður hevur eina sera vakra náttúru, og vit eru umgyrd við høgum fjøllum. Tá sólin skínur, er Fuglafjørður sum ein heitur "pottur". Einasta útsýni, eg sakni, er Nólsoyggin, sigur hon brosandi.
Kristina Berg vísir á, at Fuglafjarðar kommuna í løtuni arbeiðir við at umleggja mentanarliga økið, sum hon tekur til, og tí hevur hon verið fyribilssett síðan oktober í fjør.
- Mær dámar væl at arbeiða í Mentanarhúsinum, og eg veit, at nógvir fuglfirðingar og onnur eru ógvuliga góð við húsið. Vit hava skipað fyri nokso nógvum og ymiskum tiltøkum, meðan eg havi verið her, og eitt tað størsta var bindifestivalurin í vár.
Kristina Berg sigur, at hon gleðir seg nógv til vikuskiftið komandi, nú Mentanarhúsið verður karmur um ein stóran part av harmonikutreffinum og mentanardøgunum, umframt at kampingtreff eisini verður á økinum.
- Mær dámar Mentanarhúsið væl. Her er neyðugt við nøkrum dagføringum, og í løtuni verður ymiskt gjørt, sum fer at gera umstøðurnar enn betri, sigur fyribilssetti dagligi leiðarin.