- Myndugleikarnir eru væl á veg við at trekkja allar tenninar úr okkum. Men vit gera einki.
Samstiundis sum samráðingarnar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar byrja í dag, kemur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, við lemjandi atfinningum ímóti fakfeløunum í Føroyum, - Vit eru alt ov lin, sigur hann.
Hann sigur, at sláa fakfeløgini ikki manngarð um tey rættindi, fakfeløgini hava vunnið sær hesi seinastu 100 árini, kunnu hesi rættindi verða mist, áðrenn vit vita av.
- Hann sigur, at ágangurin á fakfeløgini er stórur og tí er tað alneyðugt, at fakfeløgini eru sterk, og at tey standa saman.
Les eisini: Í dag byrjar tað av álvara
Hann vísir á, at seinasta atsóknin ímóti fakfeløgunum var, tá ið samgongan samtykti, at fakfeløgini kunnu ikki fara í verkfall, uttan so, at tey hava lýst við tí minst 48 tímar frammanundan.
Arbeiðsgevararnir hava roynt at fáa fakfeløgini at góðtaka eina fráboðanarskyldu, men tað varð blankt afturvíst. - Men tað, arbeiðsgevararnir ikki klára, ger samgongan fyri tað, staðfestir hann.
- Fakfeløgini hava havt verkfalsrætt í eina heila øld, men men nú er hann skerdur við einum pennastroki, uttan at fakfeløgini gera nakað við tað av álvara.
Hann sigur, at tað nyttar einki, at fakfeløgini mótmæla hvør sær. - Tað er neyðugt at fakfeløgini standa saman í einum felags mótmæli ímóti slíkum ágangi, annars kunnu vit hava mist meginpartin av okkara rættindum, áðrenn vit vita av. - Nú eiga vit at knalla nevan í borðið og siga hertil og ikki longur, leggur hann afturat.
Í dag byrja samráðingar av álvara ímillum arbeiðsgevarafelagið og arbeiðarafeløgini og hetta er fyrsti sáttmálin í hesum umfari.
Og Hans Joensen staðfestir, at arbeiðsgevararnir hava víst á, at nettupp samráðingarnar, sum byrja av álvara í dag, hava alstóran týdning, tí tær fara at leggja støðið fyri teimum lønarhækkingum, sum onnur fakfeløg verða.
- Tað merkir, at úrslitið, arbeiðarafeløgini fáa, fer at fáa avgerandi týdning fyri nógv onnur fakfeløg. Men hví sita øll hini fakfeløgini so bara hendur í favn og bíða eftir úrslitinum, spyr formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
- Í staðin fyri at øll fakfeløgini stríðast saman, standa feløgini í hvør sínari grøv og lata hini stríðast og bløða og so heysta fruktirnar aftan á, leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at í sambandi við viðurskiftini hjá útlendskum fiskimonnum við føroyskum skipum, hava myndugleikarnir ført fram, at tað er ein fakfelagsspurningurin at fáa hesi viðurskiftini í rættlag.
- Men hví seta vit ikki tiltøk í verk og syrgja fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag, spyr Hans Joensen.
Hann hevur fleiri ferðir gjørt seg til talsmann fyri at fakfeløg, arbeiðsgevarar og politiskir myndugleikar samráðast saman.
Hann heldur, at slíkar trýpartasamráðingar hava størri týdning nú, enn nakrantíð.
Tað er neyðugt at samskifta við politiska myndugleikan fyri at fáa vissu fyri, at tær lønarhækkingar, vit fáa, ikki verða etnar upp av øktum avgjøldum og brúkaragjøldum, sigur Hans Joensen.
|










