Verður landið lagt lamið við einum ólógligum verkfallið, stevna vit við brestin.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur langt síðani gjørt sær sjálvum greitt, hvussu farast skal fram, um arbeiðarafeløgini gera álvara av at fara í aðalverkfall av tí, at ein bólkur í samfelagnum - í hesum føri fiskimenn - fær skattalætta framum øll onnur.
Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at arbeiðsgevarar fara at krevja arbeiðarafeløgini eftir end- durgjaldið fyri tað, teir missa av einum ólógligum verkfalli.
Hetta hevur nevndin í Føroya Arbeiðarafelag samtykt.
Tað var eitt tað fyrsta, vit viðtóku, tá ið vit frættu um hesar hóttanirnar.
Og hetta er skrivliga fráboðað arbeiðarafeløgunum langt síðani, sigur Vilhelm M. Johannesen.
Og fyri at útihýsa øllum iva, varð tað endurtikið í gjáramorgum.
Arbeiðsgevaraformaðurin sigur, at hetta er ikki ein hóttan, hetta er ein staðfesting av veruligu støðuni.
Vilhelm Johannesen sigur, at hann fer ikki at blanda seg uppí, um fiskimenn fáa skattalætta, ella ikki.
Hann fer heldur ikki at blanda seg uppí, hvørji tiltøk, arbeiðarafeløgini fara at seta í verk.
Men seta tey ólóglig tiltøk í verk, sum raka okkum, er tað heilt greitt, at vit fara at krevja endurgjald fyri tann fíggjarliga miss, vit hava av tí, sigur Vilhelm Johannesen.
Hann sigur, at tá ið eitt slíkt verkfall er liðugt, verður fíggjarligi missurin gjørdur upp, og rokningin send arbeiðarafeløgunum.
Hann sigur, at hetta er ein støða, sum arbeiðsgevarar ikki hava ávirkan á.
Tað skulu vit heldur ikki revsast fyri
Og tað er ongin ivi í okkara sál um, at vit skulu krevja endurgjald fyri møguligan miss, sigur hann.
Tí fíggjarligum missi, kunn vit ikki liva við, sigur Vilhelm Johannesen.










