Vit standa við orðini um Kyoto

- Eg ivist onga løtu í, at Føroyar í seinasta lagi um eitt ella tvey ár hava staðfest Kyoto-sáttmálan at galda fyri Føroyar. Uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum tykist seriøst og positivt, og eg haldi, at samgongan eigur at taka hetta í størsta álvara, sigur formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen

Umhvørvi

Líkt er ikki til, at Sambandsflokkurin er hálsaður um í spurninginum um at seta í gildi Kyoto-sáttmálan at galda fyri Føroyar. Hetta merkir, at tað, sum flokkurin mælti til í tíðindaskrivi seinasta dag í oktober í fjør (sí greinina til høgru), heldur flokkurin framvegis vera hitt rætta.
Í tilmælinum hjá flokkinum í oktober var eingin slingur í valsinum: "Sambandsflokkurin mælir til, at Føroyar gerast partur av Kyoto-avtaluni um at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum..."

Somu støðu
- Vit í Sambandsflokkinum hava ikki broytt støðu um Kyoto-málið. Uppskotið hjá Tjóðveldisflokkinum er seriøst og positivt, og eg haldi eisini, at samgongan avgjørt eigur at taka hetta í álvara. Tað var ikki annað enn væntandi, at andstøðan fór at koma við einum slíkum uppskoti, nú hetta málið treingir á.
Kaj Leo heldur einki forgjørt vera í, at samgongan tekur undir við uppskoti Tjóðveldisfloksins, sjálvt um tað kemur frá einum andstøðuflokki.
- Eg haldi heldur ikki, at tey úttalilsi, vit hava sæð og hoyrt, hava verið negativ. Spurningurin er, um samgongan samtykkir hetta uppskotið saman við andstøðuni – ella, um samgongan ger sítt egna uppskot. Hetta er eitt álvarsmál, og eg ivist onga løtu í, at Føroyar hava staðfest Kyoto-sáttmálan innan eitt ella tvey ár.
Formaður Sambandsfloksins heldur ikki, at samgongan bara kann siga nei til eitt uppskot sum hetta.
- Vit hava eina ábyrgd, og vit mugu vísa hesa ábyrgd í verki. Eg havi lisið uppskotið ígjøgnum og haldi, at Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt eitt gott arbeiði. Tað er tí ikki óhugsandi, at samgongan kann taka undir við uppskotinum, sigur hann.

Partur av Evropa
Kaj Leo Johannesen ásannar, at sum partur av Evropa og umheiminum annars noyðast Føroyar at vísa, at vit meina tað, vit siga, og tá ið ræður um umhvørvisvernd hava vit í longdini ikki ráð at vera eftirbátur.
- Eg haldi, at landsstýrismaðurin, sum situr við orku-og umhvørvismálum eigur at fáa heimild til at taka upp samráðingar við danir um, hvussu Føroyar kunnu gerast partur av Kyoto-sáttmálanum um vernd av umhvørvinum. Eg havi skilt landsstýrismenninar hjá Fólkaflokkinum soleiðis, at teir ikki eru avvísandi í hesum máli, og eg veit, at Jacob Vestergaard hevur savnað ymisk hagtøl í hesum sambandi, sigur formaður Sambandsfloksins.