Vit standa spyrjandi

Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, eftir at Gertðarrætturin vísti teirra blokadu móti viðurskiftunum á forskúlunum aftur.

Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, eftir at Gertðarrætturin vísti teirra blokadu móti viðurskiftunum á forskúlunum aftur

 

Úrskurðurin í Fasta Gerðarrættinum staðfetir, at sáttmálin á dagstovnaøkinum skal verða galdandi eisini á forskúlaøkinum.

 

- Og tað er púra burturvið, tí tað er heilt hvørt sítt starvsøki. Og tað vóru kommunurnar og Pedagogfelagið eisini samd um, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

 

Hon skilir tí ikki framferðarháttin ella avgerðina hjá Fasta Gerðarrættinum, og tað er eisini tí, at hendan avgerð er kærd inn fyri Nevndina fyri Fasta Gerðarrættin.

 

- Vit meta, at grundleggjandi brot er framt á einum fyrireikandi fundi, og tað er eisini tí, vit hava heitt á dómararnar fyri Fasta Gerðarrættinum um, at taka málið upp aftur, sigur Maud W. Hansen.

 

Hon vísir á, at forskúlar í Eystur kommunu og Runavíkar kommunu seinastu árini hava koyrt sum royndarverkætlanir, eftir avtalu við Mentamálaráðið.  Kunngerðin sum varð lýst á sumri 2013 lýsur munin á arbeiðsøkinum á dagstovnum og forskúlum og er tað út frá hesum at partarnir hava samráðst seinasta góða árið.

 

- Vit eru í løtuni í einum vakum í mun til sáttmálasamráðingarnar, og í teirri støðu, at um vit skulu fylgja úrskurððinum hjá Fasta Gerðarrætti, so eru pedagogarnir í Sankta Frants skúla nógv verri fyri enn pedagogarnir í Eystur- og Runavíkar kommunu og sum heild nógv verri fyri enn lærararnir í forskúlunum, hvat løn og arbeðistíð viðvíkur, sigur Maud Wang Hansen.