- Vit spyrja sjáldan um samleikaprógv

Finn Nielsen, stjóri í FK, ger greitt, at starvsfólkini har mugu sjálv meta í einstøkum føri, um tann, sum keypir sigarettir, hevur aldur til tað. Tað kemur ikki ofta fyri, at FK spyr um samleikaprógv.

- Um tað hevur borið til hjá einari 16 ára gamlari gentu at keypt sigarettir frá okkum, so verður tað tikið upp á komandi fundi, har vit tríva í aftur lóggávurnar, sigur Finn Nielsen.

FK hevur eisini skelti, sum vísir týðiligt, at aldursmark er at keypa sigarettir.