Hilmar Jan Hansen
hilmarjan@sosialurin.fo
Eftir vunnu finaluna og samlaða greipusigurin leygardagin, ásannaði Bartal Eliasen, at teir í ÍF høvdu spælt væl, men at teir tó fingu ein lítlan hvøkk beinanvegin í dystinum.
– Ja, vit blivu eitt sindur skelkaðir í fyrsta setti, tá vit gjørdu øgiliga nógvar feilir. Eg haldi, at vit í tí settinum gjørdu einar sjey ella átta servufeilir, men hini settini fingu vit rættað tað, og so koyrdi tað bara, segði hann.
– Tá vit so seinni í dystinum fingu Boban skaddan, nervaði tað okkum ikki, tí bonkurin hjá okkum er líka sterkur sum teir, ið eru, so tað gjørdi ikki mun. Vit vistu, at tá Boban fór út, so máttu vit meira royndum taka eitt eyka tak, segði Bartal, ið eisini var errin av 14 ára gamla guðssoninum, Hjørtur Eliasen, ið kom inn fyri 38 ára gamla venjaran.
– Vit royna at seta við, og tað sær bara út til at roynast væl.