- Vit spældu skilagott

Veteranurin á B71-liðnum, Eli Hentze, var errin av ungu monnunum hjá B71, sum hósdagin syrgdu fyri, at B71 fyri fyrstu ferð í ellivu ár er í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
- Eg haldi, at vit høvdu neyðuga tolið og stóðu væl, og sum heild spældu vit skilagott eftir mínum tykki, segði Eli Hentze.
Veteranurin helt, at tað serliga var í umdystinum, at sandoyingarnir høvdu munin á vertunum, og hann dylur ikki fyri, at teir eru ómetaliga ernir av úrslitinum á Sevmýri.
- Eg haldi, at tað var eitt fantastiska flott avrik av ungu manningini hjá okkum, staðfesti Eli Hentze.