Vit sleppa við skrekkinum

Hóast oljuprísirnir eru í hæddini, fer hetta ikki at noyða SEV at hækka streymprísin


 

Tað verður ikki neyðugt hjá SEV at hækka prísin á streymi, hóast prísurin á olju er farin til himmals.

Sostatt sleppa brúkararnir hjá SEV við skrekkinum, hóast útreiðslurnar hjá SEV til olju næsta ár eru tvífaldaðar afturímóti 1998.

SEV brúkar rættiliga nógva olju til at reka elverkini við og tí hevur verið fryktandi fyri, at teir methøgu oljuprísirnir eisini fóru at føra til, at SEV fór at hækka SEV prísirnar.

John Danielsen, fíggjarleiðari hjá SEV, sigur, at SEV hevði væntað høgar oljuprísir.

Men kortini eru prísirnir hægri enn mett var á fíggjarætlanini.

Fíggjarætlanin hjá SEV fyri komandi ár varð løgd longu í mai mánaða í ár.

? Komandi ár høvdu vit væntað at brúka 38,4 milliónir til olju komandi ár.

? Men sum prísirnir eru nú, verða útreiðslurnar til olju einar átta milliónir hægri, ella einar 46 milliónir komandi ár.

Hetta verður tvær ferðir so nógv sum SEV brúkti til olju í 1998, tá ið hesar útreiðslurnar vóru 23,3 milliónir.

Í fjør brúkti SEV 25,5 milliónir til olju og í ár verða oljuútreiðslurnar upp á 40 milliónir.


Lækkaðir hvørt ár

Men fíggjarleiðarin hjá SEV sigur, at hinvegin verður streymprísurin ávirkaður av oljuprísinum á tann hátt, at nú fer tað neyvan heldur at bera til at lækka prísin.

? Sostatt fer oljuprísurin at ávirka prísin í longdini, tí hann fer ikki at vera so lágur, sum hann annars kundi verið.

? Annars hava vit lækkað prísirnar hvørt ár tey seinastu árini. Men næsta ár hava vit gjørt av at varðveita somu prísir sum í ár, og sostatt lækka teir ikki komandi ár.

Fíggjarleiðarin sigur, at hann væntar ikki, at sum oljuprísurin er í løtuni, fer tað at gera tað neyðugt at hækka streymprísin.

?Hinvegin fer tað sjálvsagt at gera ársúrslitið hjá SEV verri enn væntað.

Men tað hevur SEV eisini rúm fyri, tí næsta ár er mett at SEV fór at hava 16 milliónir í rakstraravlopi. Sostatt hevur felagið eitt sindur av luft og teir

Teir hækkandi oljuprísirnir fara sostatt ?bara? at føra til sær, at avlopið fer at lækka niður í einar átta milliónir komandi ár.

Í ár fer roknskapurin hjá SEV akkurát at javnviga, tað kemur partvís av tí høga oljuprísinum. Men tað kemur eisini av, at SEV hevur havt óvanligar útreiðslur í ár av at skifta rørini til elverkið í Botni í Suðuroy út.