Orka
Henning Jacobsen, verkfrøðingur hjá SEV, sigur, at hóast SEV nú bæði ger nýtslu av vatnorku og vindorku, slepst ongantíð undan eisini at hava motorar, sum brenna olju hóast oljan er dýr og dálkar umhvørvið.
Ikki "antin ella"
- Vit kunnu ikki siga, at tað skal vera "antin ella", sigur hann og vísir á, at vindorkan gevur einki, tá ið eingin vindur er og vatnorkan megnar ikki at bera alt kervið. Vit hava brúk fyri bæði motorum, vatni og vindi.
Henning Jacobsen leggur dent á, at tað altíð verður soleiðis, at SEV eisini fer at hava motorar sum framleiða orku.
- Hinvegin er rákið, at vit øll skulu ganga betur um umhvørvið við dálking, og tí er tað at fegnast um, at vindorkan nú er vorðin ein størri partur av orkuframleiðsluni hjá elfelagnum, sigur hann.
SEV og netið
Verkfrøðingurin sigur, at ein annar spurningur, sum tekur seg upp, er, hvussu nógv verandi net hjá SEV kann gera.
- Vit kunnu siga, at vit eru í eini royndartíð, sum sær áhugaverd út. Tá ið ein tíð er umliðin, kunnu vit betur taka saman um og siga, at soleiðis er støðan í løtuni, sigur Henning Jacobsen.










