– Halda vit fram at byggja samferðslukervið út, við ymsum bummgjøldum, kann tað elva til órógv í samfelagnum. Tað heldur Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og formaður floksins á tingi.
Hendan dagin umrøddi Løgtingið - enn eina ferð - bummgjøld, og gjøld fyri at ferðast í Føroyum. Hesa ferð var tað Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum, sum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at javntseta prísin á ferðaseðlum og farmaprísum um alt landið.
Christian Andreasen vísir á, at hesi næstu árini skulu íløgur gerast í samferðsluna fyri einar seks milliardir í tunlum og skipum til Strandferðsluna. Suðuroyartunnilin er nógv tann størsta íløgan, men harafturat hevur Landsverk brúk fyri 400 milliónum til ábøtur.
– Hetta eru íløgur sum skulu gerast hesi næstu 10-15 árini og tað er ein heilt ómøgulig uppgáva fyri landskassan einsamallan, segði formaðurin fyri Fólkaflokkin á tingi.
https://www.in.fo/news-detail/news/tad-hongur-yvirhoevur-ikki-saman/?no_cache=1Les eisini: Tað hongur yvirhøvur ikki saman
– Skulu vit fíggja hesar íløgurnar á fíggjarlógini, verður ikki pláss fyri øðrum íløgum yvirhøvur, og tí kann samferðslan ikki leggja hald á allar íløgur á fíggjarlógina, staðfesti hann.
Christian Andreasen segði, at eitt uppskot er at leggja alt samferðslukervið í eitt felag, sum skal fíggja hesar útbyggingar. Eitt annað uppskot er at leggja allar tunlarnar í eitt felag, sum verður so mikið sterkt, at tað kann verða við til at fíggja Suðuroyartunnilin, og aðrar íløgur.
Eitt uppskot afturat er at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag, sum kann taka lán at fíggja nýggjar ferjur fyri. Hann legði dent á, at talan er ikki um at einskilja Strandferðsluna, men at leggja hana í eitt alment partafelag, sum kann fíggja nýggj skip við inntøkum frá ferðaseðlum og farmi, og við innskotinum úr landskassanum.
– Eg skilji ikki, hví hesin møguleikin ikki verðu viðgjørdur, sigur hann.
Hann vísir á at bummgjøldini í undirsjóvartunlinum verða brúkt til at halda tunlarnar fyri og at gera tær ábøtur, sum krevjast.
– Spurningurin er um tað ber til at binda landskassan fyri allar hesar útreiðslurnar, afturat øllum hinum útreiðslum, sum hanga á landskassanum, heldur fólkafloksmaðurin. Hann hugsaði serliga um, at Landsverk klárar ikki tað, hann hevur frammanundan.
Hann heldur eisini, at tað fer ikki at ganga í longdini, at summi skulu rinda fyri at ferðast ímeðan onnur kunnu ferðast ókeypis.
– Tað førir ein ójavna við sær sum fólk ikki fara at góðtaka í longdini, heldur hann.
Hann segði, at ein loysn kundi verið at lagt alt vegakervið í eitt stórt felag, sum partvís verður fíggjað á fíggjarlógini, og partvís av brúkaragjøldum.
– Tað er ein leistur, sum er royndur í Noregi. Har stovnaðu tey eitt felag, sum hevur eittans endamál og tað er at úbyggja vegakervið. Tað verður bygt út eftir eini langtíðarætlan sum politiski myndugleikin skal góðkenna. Íløgurnar verða so fíggjaðar við lántøkum, sum so aftur verða goldin við bummgjøldum og innskotum úr landskassanum, og tað avlastar fíggjarlógina rættiliga nógv, sigur Christian Andreasen.
– Men í Føroyum hava vit so trý tunnilsfeløg, legði hann afturat. Hansara uppskot er, at landsstýrið setur ein skjóttarbeiðandi arbeiðsbólk til at finna út av, hvussu vit skulu fíggja tær útyggingar, sum standa fyri framman.
Men hann tekur undir við eini samhaldsfastari gjaldsskipan og hann vísir á, at ein partur av eini slíkari skipan kann vera, at fólk, sum búgva í ávísum økjum, rinda minni enn onnur, og tað kann eisini gerast soleiðis, at eitt hámark verður sett á, hvussu nógv fólk í mesta lagi skulu gjalda um dagin fyri at ferðast, sama, hvussu langt tey ferðast.
– Halda vit fram at byggja út í ymsum partafeløgum, við ymsum gjøldum, kann tað elva til órógv í samfelagnum, sigur Christian Andreasen.
Johan Dahl tingmaður fyri Sambandsflokkin, er samdur í, at vit eiga at seta ein bólk at kanna, hvussu vit kunnu gera eina samhaldsfasta samferðsluskipan
Eitt alment felag, har vit øll eru við til at rinda, alt eftir, hvussu nógv vit brúka samferðslukervið.