Bussarnir hjá Bussleiðini í Havn skulu skiftast út og í hesum sambandi er ætlanin at keypa 15 dieselbusar. Men so er ætlanin eisini, at keypa tveir elbussar í eini royndarskipan. Tað hevur elvt til stórar atfinningar, bæði frá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelagsskapi, FNU, og frá býráðslimunum hjá Tjóðveldi. Men nú verjir Heðin Mortensen, borgarstjóri, avgerðina.
– Okkara størsti trupulleiki er, at vit ikki eru klár til at røkja Bussleiðina, bara við elbussum, sigur hann. Vit mugu eisini minnast til, at pengar bara kunnu brúkast eina ferð, og brúka vit tíggjutals miljónir eyka til Bussleiðina, fer at mangla í onkra aðrastaðni, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað er ein privatur veitari, sum skal gera íløgurnar í nýggjar bussar. Skulu vit nú krevja, at vit bara skulu hava elbussar frá 1. januar 2023, verður ongin Bussleið við hesum privata veitaranum, tí hann kann illa føl seg tryggan at leggja um til el enn. Skulu vit brúka elbussar frá einum øðrum veitara, verður tað minst 20 miljónir dýrari um árið, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at snarløðistøðirnar verða heldur ikki klárar til tá. Tvørtur ímóti fer tað at taka nógv longri tíð, og talan verður helst um eina íløgu upp á tíggjutals milliónir.
Men við loysnini, sum nú fyriliggur, kunnu vit leggja um til elbussar, sohvørt vit eru klár. Samstundis er eingin trupulleiki at sleppa av við elbussarnar. Tøknin til vetnisbussar verður heldur ikki klár í 2023. Ein vetnisbussur kostar einar fýra milliónir, so tað er munandi dýrari. Tí er tað ivasamt um vit fáa ráð at halda eitt nøktandi tænastustøði, sigur borgarstjórin.
– Men hetta kann skjótt broytast. Fleiri vetnisframleiðarar eru áveg - eisini í Føroyum, so um nøkur fá ár eru teir kanska nógv bíligari. øknin til biogassbussar verður heldur ikki klár í 2023. Førka arbeiðir við málinum, men skulu vit tann vegin, er tað greitt, at kommunan má vera við til at gera nakrar íløgur.
Tí verður talan um dieselbussar í hesum umfari tí so verður Bussleiðin løgd í eina trygga legu, har vit veita brúkaranum fulla tænastu og trygga tænastum, sigur Heðin Mortensen. Sostatt kunnu vit so byggja eina skipan við elbussum út undir skipaðum viðurskiftum, sum ikki seta raksturin av Bussleiðini í vanda, sigur Heðin Mortensen.