Vit sleppa altíð at vera kreativ

Venjingartíðin er ein góð tíð hjá sjónleikaranum Hans Tórgarð, tí tá kann hann loyva sær at vera so kreativur, sum hann vil. Undir framførslunum noyðist hann at halda seg innan fyri karmarnar, men kanska fara eitt sindur út um við hvørt

Tjóðpallur Føroya hevur higartil havt níggju sýningar av leikinum Kirkjuberjagarðurin.
Áskoðararnir hava verið so nógvir, at útselt hevur verið til hvørja sýning, og seinasta sunnudag noyddust eini 30 fólk avstað aftur.
Ein av leikarunum er Hans Tórgarð.
Hann veit ikki enn, hvussu leingi leikurin fer at verða framførdur, men royndirnar onnur ár eru, at tá ið jólamánaðurin nærkast, hava fólk annað at gera enn at fara til sjónleik.
Næsti leikur á Tjóðpallinum verður “Bíða eftir Godot”, sum Eyðun Johannessen kemur heim at seta upp.
- Eg eri so heppin at skula verða við í tí leikinum, so eg havi tryggjað arbeiði eina tíð fram, sigur Hans Tórgarð.
Hann skal eisini vera við í undirhaldunum til jólaborðhaldini á Hotel Føroyum.
Hjá Hans Tórgarð og hinum yrkissjónleikarunum er eingin dagur líka. Ofta er tað ein kampur at hava nóg nógv at liva fyri.
- Vit eru fegin, um vit sleppa at arbeiða á Tjóðpallinum seks mánaðir um árið, sigur Hans Tórgarð.
Tjóðpallurin man vera einasti almenni stovnur, sum bara hevur eitt fólk i føstum starvi, og tað er stjórin. Leikarararnir eru allir verkætlanarsettir.

Nógv óvissa
Tá ið Hans Tórgarð ikki er í arbeiði á Tjóðpallinum, ger hann undirhald og lýsingar, og hann leggur rødd til í útvarpi og sjónvarpi, um hann sleppur framat. Men tað er í minking.
- Vit sjónleikarar hava lagt rødd til fleiri teknifilmir í sjónvarpinum, men tað er ikki so nógv nú. Men ljóðbøkurnar eru vaksandi, sigur Hans Tórgarð.
Í 1990-árunum var hann fast knýttur at sjónleikarbólkinum Grímu og fann tá útav, at sjónleikari vildi hann vera. Í 1995 til 1999 gekk hann á sjónleikarskúla í Finnlandi og tók prógv har.
Tá ið tey venja ein leik, er arbeiðstíðin føst frá kl. 10 til 16, og so lesa tey uppá um kvøldið.
Sjálvt um arbeiðstíðin hvønn dag tá er tann sama, merkir tað ikki, at hvør dagur er eins.
- Tað er ein góð tíð, tí vit kunnu loyva okkum at vera so kreativ, sum vit vilja. Tá ið leikurin er settur upp, mugu vit halda okkum innan fyri karmarnar, men kanska fara eitt sindur út um við hvørt.
Hans Tórgarð heldur tað vera eitt njótilsi at sleppa at brúka útbúgvingina, og við henni í viðførinum mennir hann seg alla tíðina.
Hann er fegin um, at hann ongantíð hevur verið noyddur at fingið sær okkurt annað arbeiði fyri at kunna svara øllum sítt. Eitt einstáttað arbeiði frá kl. 8 til 16, tað hevði ikki verið hann.

Gott umhvørvi
Hans Tórgarð tekur tað jaliga fram um tað neiliga við arbeiðinum. Tað keðiliga er tað fíggjarliga og ótryggleikin.
- Vit vita ongantíð, um vit hava arbeiði næsta ár, um Tjóðpallurin verður skorin á fíggjarlógini ella avtikin. Tí er tað gott, at arbeiðsumhvørvið á Tjóðpallinum er blivið so gott. Einki hevði borið til, um vit ikki trivust saman við hvør øðrum, sigur Hans Tórgarð.