Onkur undrast, hví Føroya Pensjónistafelag var umboðað á einum kjakfundi, har ein reformur verður umtalaður, har endaliga úrslitið ikki ávirkar pensjónistarnar í dag. Hetta hevur Sigvald Kristiansen, formaður, eina greiða meining um.
- Vit mugu verja okkum í broytingartíðini. Tað ber ikki til, at vit skulu missa pening, og tí mugu vit syrgja fyri at verja okkara eldru í hesi broytingartíðini, ið fer at koma, sigur Sigvald Kristiansen. Verður ongin yvirgangstíð, har ein tillaging verður gjørd, so merkir hetta, at pensjónistarnir í dag fáa minni í pensjón, enn tey fáa í løtuni.
Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri tekur undir við pensjónistafelagnum, at broytingartíðin verður tað tyngsta.
- Tað er altíð soleiðis, at tá mann ger broytingar, so er tíðin, tá broytingarnar henda tað tyngsta. Hetta hava vit sæð fleiri ferðir áður, sigur Jóannes Eidesgaard.
Vit eru einstaklingar
Eisini vísir Føroya Pensjónistafelag á, at tey halda tað vera óheppið, at tað er ein vansi at vera giftur, tá talan er um pensjónir.
- Vit gjalda øll skatt sum einstaklingar, og tað mesta av samfelagnum er innrættað til einstaklingar. Tí halda vit tað vera óheppið, at gift fólk skulu fáa minni pensjón og verða revsaði av giftarmálinum, um annar parturin velur at arbeiða, staðfestir Sigvald Kristiansen. Sambært upprunaliga útkastinum hjá arbeiðsbólkinum skuldi hetta ikki broytast, men í uppskotinum, sum tað fyriliggur nú, so verður tað soleiðis, at pensjónistar verða mettir sum einstaklingar, og ikki sum nú, har eitt gift par verður mett at vera ein eind.