Vit skulu tíðliga í teir

Hondbóltur: - Vit mugu fyri alt í verðini ikki lova teimum at koma ov nær, tí so vera teir ótrúliga vandamiklir, sigur Jónleif Sólsker, leikandi venjari hjá StÌF

Sveinur Tróndarson


Tað liggur eitt ódnartak fyri framman hjá StÍF. Tá kvøldið í kvøld er farið afturum, vilja teir fegnir eiga yvirskriftina úti í heimi. StÍF vann á Kosice í fyrsta umfari av Evropa Cup fyri meistarar.

Men áðrenn tað, er tað ein dystur sum skal spælast, og saman við leikarunum hevur Jónleif Sólsker, leikandi venjari, gjørt sítt til, at møguleikarnir at vinna eru so góðir sum møguligt. Teir hava fyrireika seg til dystirnar, við at venja nógv og við at spæla nógvar venjingardystir.

- Hetta er fyrstu ferð, at eg fyrireiki meg til Evropa Cup dyst, sum venjari. Eg havi fyrr verið vð sum spælari, men hetta er fyrstu ferð eg eri venjari, sigur Jónleif Sólsker.

Saman við Hannisi Wardum og Sveinbjørn Danielsen hevur hann givið okkum nakrar minuttir nú venjingartíðin er av á hesum sinni. Teir eru allir ótrúliga spentir til dystirnar í dag og í morgin.

- Tað er altíð spennandi at spæla Evropa Cup og eisini tá mótstøðan er hørð, siga teir, og virka avslappaðir hóast uppgávan virkar øgiliga stór.


Eru væl fyri

Spælararnir hjá StÍF hava gjørt ein megnarinnsats, síðani avgerðin varð tikin um at fara við í altjóða kappingina. Jónleif vísir stoltur eitt skema fram, sum vísir uppmøtingina, og har sæst, at teir allir samlir hava møtt einastandandi væl til venjing.

Onkur spælari hevur verið burtur tá hann hevur havt skaða, men annars er fult hús so gott sum allastaðni.

- Vit ætlaðu okkum til Íslands á venjingarlegu áðrenn hesar dystirnar, men tað bar ikki til at finna út av í nóg góðari tíð nær dystirnir skuldu vera, og tí var ferðin av ongum í fyrsta umfari. Vit fara tó til Íslands at venja seinni, sigur Jónleif.

Kortini heldur hann at leikarar hansara eru í góðari venjing, og tí taka Hannis og Sveinbjørn undir við.

- Tað hevur verið ótrúliga seriøs venjing, sigur Hannis Wardum, sum í kvøld á fyrsta sinni fer út í dyst av týdningi sum StÍF leikari.


Gott fólk á beinkinum

Tá spælt verður her heima hevur Jónleif, sum oftast greitt liðleiðarauppgávurnar sjálvur. Eisini tá hann hevur verið E1 vøllinum.

Hetta er ikki ein haldbar loysn, og so slettis ikki tá spælt verður í Evropa Cup. Tíðin er als ikki til at vera spælandi venjari, og tí hevur hann fingið sær annað fólk, sum kortini ikki er ókent á beinkin.

- Eg havi biðið John Petersen og Jón Poulsen um at taka sær av beinkinum og teir hava játtað, sigur Jónleif, sum tískil kann brúka alla sína megin sum leikari.


Takast tíðliga

Taktikkurin hjá StÍF í kvøld verður at steðga slovakisku leikarunum áðrenn teir koma ov langt inn.

- Teir skulu takast úti á vøllinum, soleiðis at teir ikki sleppa at skjóta, siga teir allir tríggir, sum í ein munn.

- Koma teir ov tætt upp á, so kann tað gera ógvuliga vandamikið. Vit eru væl fyri at dekka offensivt. Vit eru í góðari venjing, og orka tí Út og inn aftur, sigur Jónleif og leggur upp til, at tað verður ein máti at steðga slovakunum upp á.

StÍF leikararnir og venjarin hava staðfest, at slovakisku leikararnir ikki eru smáir harra, men í mun til onnur altjóða lið eru teir ikki risar.

- Onkrir teirra eru størri enn 2 metrar, men annars liggja teir Úr 1,75 upp í 1,95. So teir eru ikki so øgiligir, at tað bilar, siga teir tríggir, sum nú av álvara eru farnir at gleða seg til dystirnar.

Hvussu leikur fer, ber av góðum grundum ikki til at siga nakað um, men tað er í øllum førum ein dystur móti yvirmaktini. Sosialurin fer sjálvandi at fylgja við dystunum á Skála og vit ynskja leikarum og felag góða eydnu við dystunum.