Føroyar hava gjøgnum tíðina flutt seg frá bóndasamfelagnum til fiskuvinnusamfelagið, tvs. frá einum samfelag, har tú varð illa fyri, átti tú ikki jørð, og til eitt samfelag, sum enn er stoltleiki føroyinga.
Vit eru í dag í ferð við at flyta okkum frá fiskivinnusamfelanum til vitanarsamfelagið. Men hvat fer hetta at týða fyri okkum?
Mín greiði hugburður er, at vit altið skulu finna nýggjar vinnur, soleiðis at vit frameftir fáa fleiri bein at standa á.
Men so leingi vit enn í stóran mun bert hava fiskivinnuna at stuðla okkum til, so mugu og skullu vit skapa so góðar karmar fyri fiskivinnuni sum til ber. Eitt nú skulu okkara sjómenn framvegis fáa tann sjómannafrádrott, sum teir nú fáa, og harumframt mugu og skullu vit fjølga um tey fólk, sum arbeiða á okkara flakavirkjum.?Skip og virkir mugu og skulu fáa so góðar karmar sum til ber. Her hugsi eg eisini um fiskiveiðurættindi, og um at fáa so góðar avtalur sum til ber við onnur lond, eitt nú innan tollfrælsi fyri okkara fiskavørur. Fólkaflokkurin er vinnulívsflokkurin fram um aðrar. Fái eg álit frá tær vil eg arbeiða fyri hesum.