– Eg lasti meg sjálvan fyri, at eg ikki at hava megnað at styrkt flokkin hesi seinastu árini, og til tey seinastu valini. Tað fingu tjóðveldisfólk at vita frá Høgna Hoydal, á flokstingi í dag.
Hann sigur, at eftir fýra ár í landsstýrinum, átti flokkurin at havt staðið sterkt, men ístaðin hevur hann mist undirtøku til bæði løgtingsval og fólkatingsval seinast
– Vit eru undir mínari leiðslu vorðin partur í einari spjaðing ímillum fólk og samfelagsbólkar í landinum – og ímillum pláss í landinum. Og nógvastaðni, har eg samskifti dagliga við fólk, eru vit komin í ringt orð, og eru fyri sterkum atfinniningum, hóast nógv eisini siga seg taka undir við okkara málum og hugsjónum.
– Tað, sum eg hoyri oftast, er, at vit eru ov fjar, ov akademisk, at vit eru ov langt frá gerandisdegnum kring landið, at vit ikki lurta, at vit eru ov “gamaldags” og “tjóðveldislig í orð og tal” – ja, eru ov teknisk og innviklað og tykjast arrogant fyri fólki.
– Og so fái eg sjálvandi hvassar atfinningar um tað, sum vit ikki megnaðu at fremja í undanfarnu samgongu, ella um tað, vit ikki gjørdu tað nóg væl, ella beinleiðis gjørdu skeivt.
Høgni Hoydal heldur, at vit kunnu sjálvsagt halda, at nógv er órættvíst og bygt á fordómar ella tað er bygt á tey spjaldur, sum onnur seta á okkum allatíðina.
– Eg skal viðganga, at ofta havi eg hug at fara í verjustøðu og gerast firtin og leita til sjálvrættvísi og umberingar. Men tað nyttar onki og tað byggir onki upp! Vit noyðast at taka alt hetta í djúpasta álvara, lurta, gera broytingar og byggja upp av nýggjum, segði hann.
– Vit skulu og mugu reisa okkum. og savna fólk um at arbeiða í felag saman við okkum. Fáa hjørtuni og gerandisdagin við í øllum sum vit gera. Hava yvirskot og sjálvspei og sannføring í øllum tí, sum vit standa fyri og tí, sum vit fremja, legði hann afturat.
Og vit skulu sanniliga heldur ikki lata okkum trumla longur av grovum álopum frá øðrum flokkum. Og vit skulu ikki fara í verjustøður, ella lata okkum kýsta. Vit skulu rætt og slætt rætta ryggin og fara út í vindin at rætta tað, ið vit hava gjørt illani, var boðskapurin frá formanninum í Tjóðveldi.