Vit skulu lurta eftir teimum ungu

Eitt ungdómsráð skal ráðgeva løgtingi og landsstýri um undirvísing, rúsdrekk og onnur mál, sum hava við ungdóm at gera


Vit skulu hava eitt føroyskt ungdómsráð, sum skal ráðgeva løgtinginum og landsstýrinum í málum, sum hava við ungdómin at gera.

Tað heldur Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin.

Hann vísir á, at longu í 2005 samtykti løgtingið at landsstýrið skuldi kanna, hvussu føroyski ungdómurin kann fáa økta ávirkan í samfelagnum,

Ein partur av hesum skuldi vera at kanna um føroyskur ungdómur skal hava rætt til at verða umboðaður í almennum nevndum, ráðum og stýrum.

 

Men hóast níggju ár eru farin, er ongin kanning gjørd enn og nú vil løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin hava málið sett á skinnararnar aftur.

 

Hann vísir á, at eitt ungdómsráð er valt í Tórshavnar Kommunu og tað heldur hann kundi verið ein fyrimynd fyri einum landsumfatandi ungdómsráði.

Hann væntar at fleiri kommunur fara at stovna ungdómsráð, akkurát sum havnin hevur gjørt

 

- Føroya Politiska Ungdómsráð kundi hóskandi verið mannað við limum úr kommunalu ungdómsráðunum. Til allar kommunur hava skipað ungdómsráð, kundu tær kommunur, har onki ráð er skipað, í felag valt limir til Føroya Politiska Ungdómsráð, heldur Bill Justinussen.

 

Hann heldur eisini, at eitt slík skipan hevði ment áhugan fyri politiskum viðurskiftum og styrkt tey ungu í royndunum at verða vald á ting.

 

- Hóast ung valevnir eru á flestu listum til løgtingsval, verða tey sjáldan vald í Løgtingið.

 

- Sera mong mál, sum verða reist á Løgtingi, hava við gerandisdagin hjá teimum ungu at gera og tí er átrokandi at gera teirra hugsanir til ein dagligan part av viðgerðunum.

 

Sum dømi nevnir hann mál um skúla og útbúgving, lestrarstuðul og lestrarlán, fólkaheilsa og fyribyrging, royking, rúsdrekka og rúsevni, skattapolitikkur og stuðulsskipanir, arbeiðsloysisskipanin, íverkseting, nýmenning, ítróttur, mentan og ferðsla.

Hann hevur nú spurt løgmann, hvat hann heldur um hetta og tað skal løgmaður nú greiða løgtinginum frá ein av næstu døgunum.