Tjóðveldi skjýtur upp fleiri broytingar í Stýrisskipanarlógini. Reyði tráðurin er at styrkja fólkaræðið, sum skal vera meira opið og viðkomand.
- Grundleggjandi snýr tað seg um at tey, sum sita við valdið, altíð hava virðing fyri skipanini.
Tað var boðskapurin hjá Tjóðveldi, sum fyrrapartin kallaði til tíðindafund um tær broytingar, ið flokkurin mælir til at gera í Stýrisskipanarlógini.
Flokkurin vil hava, at politiska skipanin í nógv størri mun enn í dag tekur atlit fyri minnilutunum.
Í stuttum snúgva broytingarnar seg um, at ein triðingur av løgtinginum skal kunna biðja um at fáa lógaruppskot út til fólkaatkvøðu. Ein skipan, sum er galdandi í fólkatinginum, men sum danska skipanin ikki hevur brúkt síðani 1963.
Eisini skal fólkið kunna krevja mál til fólkaatkvøðu. Sambært uppskotinum hjá Tjóðveldi skulu 15 prosent av veljarunum kunna krevja tað.
Almenna innlitið skal styrkjast. Sum útgangsstøði skal innlit gevast í øll almenn viðurskifti og alla málsviðgerð. Broytingin í Stýrisskipanarlógini skal føra við sær broytingar í lógini um alment innlit.
Eisini skal eitt løgtingsval geva slætt borð í politisku skipanini. Tjóðveldi skjýtur upp, at løgmaður og alt landsstýrið altíð leggja frá sær, tá val er útskrivað.
- Tað snýr seg um at styrkja fólkaræðið og at skapa javnvág í politisku skipanini eftir eitt val, sigur Tjóðveldi.
Og sum tað fimta vil Tjóðveldi styrkja arbeiðið í løgtingsnevndunum. Løgtingsnevndirnar skulu hava møguleika at skipa fyri almennum fundum og hoyringum. Nevndirnar skulu eisini hava munandi størri møguleika til sjálvar at kunna gera kanningar og taka mál upp av sínum eintingum.
Talan er um broytingar í Stýrisskipanarlógini. Tað merkir, at tvey løgting skulu samtykkja tær.
Gunvør Balle, løgtingskvinna legði uppskotini fram á tíðindafundi fyrrapartin.
Gunvør Balle er gestur í tíðindunum á Rás2 á middegi.