Seinastu árini hava vit lagt stóran dent á at hava viðgerðartilboð til alkoholikarar og narkomanar. Og tað er bæði gott og neyðugt, Men framyvir haldi eg, at vit eisini skulu leggja størri dent á at fyribyrgja, at fólk verða alkoholikarar og narkomanar.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Í heyst ætlar hon at skipa fyri einum aðalorðaskifti í Løgtinginum um rúsdrekka- og rúsevnapolitikkin í framtíðini. Aðalorðaskiftið fer at taka støði í álitinum, sum Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður, á økinum, fekk gjørt og hon væntar, at aðalorðaskiftið verður í næsta mánað
Hóast uppleggið til orðaskiftið ikki er liðugt enn, hevur landsstýriskvinnan kortini sjálv gjørt sær nakrar hugsanir um.
– Eg havi ofta hildið, at vit hava undirmett týdningin tað hevur, at vit gera eitt fyribyrgjandi arbeiðið fyri at forða fyri at fólk fara at drekka, sigur hon.
Hon vísir á, at kanningar vísa, at fleiri ung fara at drekka longu 15 ára gomul, ella enntá fyrr og vit eiga at seta tiltøk í verk, sum kunnu forða fyri tí.
Akkurát hvørji hesi tiltøk kunnu vera, er ringt at siga enn, tí hon heldur, at tað skal arbeiðast á fleiri økjum. Men í høvuðsheitum snýr tað seg um at bøta um trivnaðin í familjuni við einum góðum familjupolitikki, bæði eini góðari barsilsskipan, góðum ansingartilboðum, o.sfr. Men tað snýr seg eisini um at fáa ein virknan trivnaðarpolikk í skúlarnar, og annað.
Eitt endamál við førda politikkinum á hesum øki eigur at vera at bera so í bandi, at foreldur og børn fáa betri umstøður til at vera saman, tí tað vísir seg, at nærveran ímillum børn og foreldur hevur stóran týdning fyri, hvussu børnini klára seg.
Yvirhøvur sigur Sirið Stenberg, at rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur, er eitt økið, sum stórt politiskur dentur verður lagdur á næstu tíðina.