?Kemur Paul Watson, skulu vit bara lata sum einki og annars verða siðilig og sinnilig, sum vit plaga at vera.
Bæði Grindamannafelagið og politiið eru samd um, at skuldi tað hent, at tiltikni umhvørvisverndarmaðurin, Paul Watson, veruliga kemur til Føroya, ræður tað um hjá føroyingum ikki at leypa framav.
?Eg haldi, at vanligi føroyingurin skal ikki leggja seg út í nakað sum helst við PaulWatson, sigur Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur
?Tað ræður um ikki at fáa ein samanbrest við hann, tí hann er fjølmiðlamaður burturav og tað, sum hann mest av øllum er úti eftir, tað er júst at fáa so nógva umtalu í fjølmiðlum sum gjørligt.
?Tí ræður tað um hjá okkum at fara fram við skili, so at hann í hvussu so er ikki fær tað burturúr, at vit leypa framav, leggur hann afturat.
Fer at troyttast
Eisini Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, sigur, at tað er ógvuliga umráðandi, at vit vera sinnilig og ikki leypa framav.
Hann sigur annars, at fyrrenn hann sær Paul Watson í Føroyum trýr hann ikki rættiliga uppá, at hann kemur.
?Hann hevur hótt við at koma til Føroyar í nógv ár, men hann er ongantíð komin enn. So eg veit ikki, um eg skal trúgva honum hesuferð, sigur hann
?Men hetta er alt eitt lið í royndunum já honum at útvega Sea Shepherd pening. Og tað er greitt, at fólk tíma ikki at blíva við at betala, um onki hendur, ? Tí noyðist hann at skipa fyri onkrum tiltaki av og á.
Ólavur Sjúrðarberg sigur, at Grindamannafelagið hevur ikki tosað so nógv um, hvussu vit skulu fyrihalda okkum mótvegis Paul Watson, um hann kemur.
Men hann heldur, at tað er ógvuliga umráðandi, at vit føroyingar eru sakligir og siðiligir og ikki leypa framav.
Hann sigur, at okkara styrki er, at verður Paul Watson í Føroyum í langa tíð, uttan at nakað hendir, fer manningin at troyttast, tí tey tíma ikki at liggja í Føroyum í mánaðir, uttan at nakað hendir. Og so fer tiltakið hjá honum at dovna burtur av sær sjálvum.
Áheitan á føroyingar
Annars sigur Ólavur Sjúrðarberg, at tað er avtalað, at tann fyrsta grindin sum kemur, skal merkjast og sleppast avstað aftur.
Í hvussu so er, er hetta galdandi um tann fyrsta grindin kemur vestanfyri.? Flestu grindirnar, sum eru í Føroyum, eru í Vágum og tí liggja sendararnir, sum hon skal merkjast við, har vesturi.
?Fer Paul Watson at royna at steðga teirri grindini, leggur hann seg út í altjóða, vísindaligt arbeiði og tað kann skjótt blíva ein trupulleiki hjá honum.
Men tað kunnu koma aðrar grindir?
?Ja, og eg haldi, at føroyingar skulu drepa grind sum vant, hóat Paul Watson er her.
?Men tað skal vera mín áheitan á føroyingar, at syrgja fyri, at gera sítt arbeiði til lítar, bæði ruddiligt og samvitskufult, tá ið vit drepa grind, so at onki er at finnast at.
? Gera vit tað, heldur grindamannaformaðurin, at vit hava ikki so nógv at óttast, tí føroyingar eru á ongan hátt so illa lýddir úti í heimi, sum ávísir umhvørvisfelagsskapir vilja gera tað til.
Men fær tað Paul Watson at steðga sínum mótmælum, um vit fara væl um grindna?
?Nei tað ger tað ikki. Tað nyttar ikki at prædika fyri pávanum, og tað nyttar ikki at vera meiri katólskur enn hann. Og Paul Watson er so ?frelstur? í sína sak, at tað nyttar einki at tosa skilatos við hann.
? Tað nyttar heldur onki at greiða honum frá, at tað eru onkustaðni ímillum 750.000 til 1.000.000 grindahvalir í Norðuratlantshavi og at okkara grindadráp tí er á burðardyggum grundarlagi, tí vit taka bara umleið 1/1000 part av stovninum um árið og tað hevur onga sum helst ávirkan á hann.
? Men kortini skulu vit ikki geva teimum nakað at finnast at, leggur Ólavur Sjúrðarberg dent á.
Hann sigur, at Paul Watson er nevniliga ein partur í tí ídnaðinum sum kann nevnast mótmælisídnaðurin. Tann ídnaðurin skal eisini liva, og tí noyðist hann at skipa fyri tiltøkum av og á, annars verður tað ov svangligt hjá honum og hann doyr út.
?Og eydnast tað teimum fyrst at beina fyri grindadrápi finna tey bara upp á okkurt annað at mótmæla. ? Ogin veit, kanska verður tað eitt bann ímóti at fiska, ella ímóti fuglaveiði, ella ímóti at drepa seyð, sum verður tað næsta, ið hesir felagsskapir fara at stríðast fyri.
Paul Watson sigur, at hann væntar harðar samanbrestir við føroyingar?
?Tað vænti eg nú ikki. Í hvussu so er verður tað ikki samanbrestir við vanliga grindamannin.
? Vit mugu ikki gloyma, at vit hava loyvi at drepa grind í Føroyum. So kemur tað til samanbrest, verður tað við tey, sum skulu útinna lógina.
?Men tað kann væl vera, at Paul Watson fer at royna at provokera føroyingar til at leypa framav, men tað er júst tað, sum ikki má eydnast honum. Besta vápnið, vit hava ímóti honum, er at vera siðiligir.
Ólavur Sjúrarberg nevnir sum dømi eina herferð, sum Paul Watson var á í Noregi fyri einum tveimum árum síðani.
?Norðmenn vóru sinniligir, men tá eydnaðist tað Paul Watson at provokera til ein samanbrest, sum førdi við sær, at skip hansara og eitt norskt vaktarskip stoyttu saman.
? Í altjóða fjølmiðlunum fekk hann tað burturúr, at norska sjóverjan hevði roynt at sigla hann niður, hóast tað var beint øvugt.
Ólavur Sjúðrarberg sigur, at seinast, Paul Watson var her, vóru føroyingar fullkomiliga lamnir, tí vit vóru so illa fyri, sum vit kundu, tí Tjaldrið var á beding og onki danskt verjuskip var her, so einasta skip, vit høvdu, var Ólavur Halgi.
?Nú skuldu vit eftir øllum at døma verið frægari fyri í so máta, skuldi ein støða tikið seg upp, sum krevur tað, sigur Ólavur Sjúrðarberg.